Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Hov
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:

Námsfrøðihjálpari

Útbúgvingin til námsfrøðihjálpara hevur til endamáls at geva næminginum yrkisførleika at røkja námsfrøðiligar og umsorganaruppgávur á dagstovna-, skúla- og almannaøkinum.

Tú lærir, at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin skal geva næminginum grundleggjandi námsfrøðiligar førleikar til sjálvstøðugt og umsorganarfult at røkja og leggja til rættis mennandi og stimbrandi námsfrøðiligt virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.

Skipan av útbúgvingini

Skift verður millum undirvísing í skúla og starvsvenjing.

Tá ið  næmingurin byrjar útbúgvingina, ger Heilsuskúli Føroya saman við næminginum eina útbúgvingarætlan.

Lærugreinar           

  • Námsfrøði
  • Sálarfrøði í námsfr. verki
  • Samskifti í námsfr. verki
  • Heilsa í námsfr. verki
  • Rørsla og ítróttur
  • Náttúra og útilív
  • Talgild mentan
  • Mentan og virksemi
  • Arbeiðsumhvørvi              
  • Føroyskt C
  • Samfelagslæra C
  • Enskt C
  • Danskt C                            

Ymisk valfak 1-2 vikur:
Rytma, máltíðin, trivnaður, sernámsfrøðiligir hættir, netverk v.m.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst:

  • 10. floks prógv ella 9. floks prógv frá fólkaskúlanum
  • Eisini krevst í minsta lagið 1 ára arbeiðsroyndir ella 1 ára skúlagongd aftrat.
 
Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjara við støði í heildarmeting av, um umsøkjarin er førur fyri, á nøktandi hátt, at lúka krøvini í útbúgvingini.​

Próvtøkur

Næmingurin skal til próvtøku í 3 lærugreinum:

  • munnlig próvtøku í verkætlan
  • munnlig próvtøka í einari yrkislærugrein
  • munnlig ella skrivlig próvtøka í føroyskum ella munnlig próvtøku í enskum ella samfelagslæru, sum Mentamálaráðið tekur út.

Starvsmøguleikar

Við hesi útbúgvingini kanst tú arbeiða innan dagstovna- skúla og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst fara undir framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin gevur atgongd til miðallangar útbúgvingar.

Meiri kunning

Les her
Heilsuskúli Føroya - www.heilsuskulin.fo

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Hov
Lestrarstuðul:
Lestrarlán: