4 ár
August, um tú søkir beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála t.e. inn á Glasir ella TSK.
Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, so byrjar tú eftir avtalu við lærumeistaran
15. mars, um tú søkir beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála t.e. inn á Glasir ella TSK.
Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið.
Ein timburmaður fæst við at byggja sethús og virkisbygningar og onnur byggiarbeiði.
Arbeiðið fevnir m.a. um gólv, útveggir, takverk og at seta upp formar. Timburmaðurin arbeiðir eisini við at bjálva, klæða, seta vindeygu og hurðar í umframt at seta køkseindir og aðrar lidnar bygningslutir upp.
Tú fært bæði ástøðiligar og handaligar førleikar og lærir ráðlegging, at loysa seruppgávur, um nýhugsan og at finna loysnir. Eisini lærir tú at ráðgeva og um kundatænastu. Á skúlanum lærir tú eisini um umhvørvi og trygd á arbeiðsplássinum og hjá kundanum.
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
Tú hevur hesar lærugreinarnar:
og hesar almennu lærugreinarnar:
Skúlagongdin, íroknað eitt sveinaroyndarskeið, er 55 vikur og verður skipað soleiðis:
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum timburmaður eru, at:
Harafturat fært tú kunnleika til siðbundna føroyska byggilist, so sum flagtekja og triðingsreising. Eisini ymisk sløg av betongi og innlit í kloak- og rørviðurskifti.
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Tað eru tveir hættir at fara undir útbúgving sum húsasmiður. Tú kanst antin:
Til ber at taka 1. og 2. skúlaskeið uttan sáttmála, men eftir tað slepst ikki víðari í útbúgvingini uttan at gera sáttmála við arbeiðsgevara. Hevur tú tikið skúlagongdina áðrenn tú gert sáttmála við lærumeistara, verður samlaða sáttmálatíðin stytt við 40 vikunum fyri 1. og 2. skúlaskeið.
Lærlingar fáa fasta løn ígjøgnum lærutíðina, bæði tá teir eru til arbeiðis og tá teir eru í skúla. Minstalønin, sum lærlingur kann lønast eftir, er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.
Lærumeistarin fær endurrindað part av lønini, sum lærlingurin fær, tá hann er í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um endurgjald.
Partarnir hava altíð møguleika at áseta hægri løn. Tá skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum.
Nýggjastu sáttmálin og lønartalvan eru at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum her.
Ert tú í læru hjá eitt nú Landsverk ella øðrum almennum stovni, ert tú lønt/ur eftir sáttmála ímillum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið. Lønartalvan er at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum undir Lønardeildini her.
Tú kanst fara undir fleiri ymiskar framhaldsútbúgvingar t.d. byggitøkning, verkfrøði og arkitektur. Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði á miðnámi, sum tú kanst taka sum stakgreinalestur ella við at taka ískoytisútbúgving.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum húsasmiður.
Tey flestu fáa starv í smærri- og miðlastórum byggifyritøkum ella velja at stovna egna fyritøku. Tú kanst vænta at hava skiftandi starvstøð til einstakar uppgávur.
Meiri kunning
Glasir
TSK (Tekniski skúlin í Klaksvík)
Heimasíðan hjá Yrkisdeplinum, sum umsitur yrkisútbúgvingar, ið eru góðkendar í Føroyum er her.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar til lærlingar eru her.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar til læruplássið eru her.
Vegleiðingarportalur til útbúgvingar í Danmark er her.
Til meiri og neyvari kunning um framhaldandi útbúgvingarmøguleikar, so kanst seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna her. Eisini kanst tú seta teg í samband við ein av vegleiðarunum á miðnámsskúlunum ella ávísa skúlan tú umhugsar at søkja víðari inn á.
Vegleiðing til útbúgvingar úti í heimi er her.