HVAT HEVUR STØRSTAN TÝDNING FYRI TEG?
Tað er nógv, sum ávirkar, og nógv er at hugsa um.Tá ið tú skalt velja tær eina útbúgving, er vanligt, at tú kannar útbúgvingar, sum tú hevur størstan áhuga í. At velja útbúgving krevur eisini annað. Gerandisdagurin í útbúgvingini kemur, og tí hevur tað týdning at velja sær eina útbúgving, sum eisini hóskar tínum arbeiðslagi, og spurningurin er til dømis eisini, um tú mást at flyta ella koyra langt í skúla, ella um tú kundi hugsað tær at lisið í útlondum.
HUGSA UM TAÐ, TÚ ERT STINNUR Í OG UM TÍNAR DREYMAR
Fyrst og fremst er spurningurin, hvat hevur týdning fyri teg? Innihaldið í útbúgvingini, undirvísingarhættir ella okkurt heilt annað. Tað, sum er avgerandi, er, at tú kennir teg sjálva/n, og at tú hugsar erliga um tað, tú ert stinnur í, tíni evni, tínar møguleikar og avmarkingar og tínar dreymar. Skriva um tíni áhugamál og tínar dreymar.
Veitst tú ikki, hvat tú vilt, kann tað vera eitt gott hugskot at hyggja at tí, tú ikki vilt. Soleiðis kanst tú beinanvegin skúgva tað til viks, sum tú eyðsýniliga ikki hevur áhuga í.
Eisini kanst tú seta tær sjálvum hesar spurningarnar:
Minst til, at tað er tú, sum velur tína útbúgvingarleið.
Ger eitt yvirlit yvir tað, tú dugir væl. Royn at raðfesta tað í eini 10 punkt. Raðfest eisini tíni áhugamál.
Ver realistisk/ur og ber saman tað, tú veitst um teg sjálva/n, og tað, tú veist um útbúgvingina ella starvsmøguleikarnar – bæði tað, tú dugir væl og minni væl..
• Hvørji krøv eru til lesnað, læru, skúla og starv?
• Hvørjar avbjóðingar eru, og hvønn týdning hava tær?
• Ikki alt er líka lætt, hvussu tekur tú truplar støður?
• Hvat veitst tú?
Ofta fáa vit fyrstu vitanina frá vinum, familju, internetinum, sjónvarpi, lýsingum o.l.
Lætt er at blanda gitingar, slatur og fakta saman. Til ber at útvega sær gott grundarlag undir einum góðum vali við álítandi og hollari vitan um útbúgvingarnar.
Byrja við at fáa tær yvirlit og kunnleika her á www.les.fo og á www.ug.dk. Gev tær góðar stundir at lesa væl og virðiliga um útbúgvingarnar. Betur er at lesa eina ferð ov ofta.
Vel tær tínar mest áhugaverdu útbúgvingar og vitja heimasíðurnar hjá skúlunum, hygg at filmsbrotum, ofta settum spurningum o.s.fr.
Vitja skúlan, um til ber og t.d. lestrarvegleiðingina.
• Hvat annað kundi tú hugsað tær at vitað um útbúgvingina?
• Skal útbúgvingin vera stutt ella long, handalig ella bóklig?
• Er okkurt ávíst, tú skalt duga, fyri at fáa eitt ávíst starv?
• Hugsa um aðrar møguleikar – ætlan A, B og C.
Nú ber til at avmarka møguleikarnar og at savna seg um at velja. Tá ið tú stendur fyri at skula taka avgerðina, kanst tú fara at ivast og at stúra meiri enn vanligt, tað er natúrligt. Tað er tí, at avgerðin hevur týdning fyri teg.
Ikki er óvanligt at stúra, tá ið stórar avgerðir verða tiknar sum til dømis at velja útbúgving. Ivi, ótti og fjáltur um avleiðingar, um tú fert at klára útbúgvingina og so framvegis. Tess betur tú fyrireikar teg, tess betur ert tú før/ur fyri at velja. Oftast hvørvur stúranin tó ikki, men tað lættir um, tá ið tú ert væl fyrireikað/ur.
• Hvat talar til tín?
• Hvørja útbúgving hugsar tú oftast um?
• Hvat er orsøkin til, at tú hugsar um júst hesa útbúgvingina?
• Hvat er tín egni varhugi, og hvussu kennir tú tað?
Tað er valla skilagott at taka avgerðir bert eftir varhuga, og hvussu tú kennir tað, men kenslan kemur ikki av ongum. Ansa eftir at velja ávísa útbúgving tí onnur vænta tað av tær.
Raðfest útbúgvingarnar og met um, hvørjar útbúgvingar hóva tær best.
Hugsa tær, hvat tú kundi trivist væl í. Tað er torført, tí tú kanst ikki vita tað við vissu, og tað er í lagi. Men kanska tú kanst útiloka nøkur størv og síggja møguleikar at trívast og mennast í øðrum størvum. Soleiðis kanst tú, saman við øðrum spurningum og svarum, koma fram til at royna onkra ávísa útbúgving.
Ver ansin um at velja tær útbúgving útfrá eftirpurninginum í dag, tí arbeiðsmarknaðurin broytist.
Minst til, at tann avgerðin, tú tekur nú, avger ikki alla tína arbeiðsleið, tí tilber at skúla seg av nýggjum seinni ella at taka framhaldsútbúgving innan somu leið.
Her eru ymisk amboð til tín, sum eisini kunna hjálpa tær at velja útbúgving:
Útbúgvingarsumið: Samanber útbúgvingar, sum tú ert áhugað í, trýst her.
Atgongumerkið: fak og stig á miðnámsstøði, sum hóska til ávísar útbúgvingar, trýst her.
Lestrarveljarin: leita eftir útbúgvingum, sum tú hevur áhuga í, trýst her.
Starvskumpassið: vel tær eitt øki, sum tú kanska kundi hugsa tær at lisið ella lært innan, trýst her.
Hitt ein: til ber at síggja samrøður við fólk, sum eru í holt við at taka eina útbúgving ella, sum hava lokið sína útbúgving í Føroyum her.
Minst til at kanna umsóknarfreistirnar og treytir fyri upptøku í góðari tíð.
Kelda: www.ug.dk og www.les.fo.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum