Upp til 4 ár
August
15. mars
Serbreytin er ætlað næmingum, sum ikki megna miðnám undir vanligum treytum.
Undirvísingin byggir á námsskipan til serbreyt við læruætlan, sum er gjørd til einstaka næmingin.
Dentur er lagdur á, at tú fert at klára teg í dagliga lívinum, at læra ymiskt bókmentaligt og/ella listaligt, teldunýtslu og handaligt arbeiði. Tær stendur eisini í boði at menna sosialar, yrkisligar og persónligar førleikar, treytað av tørvi tínum.
Vanligu lærugreinarnar eru á tí stigi, sum tú megnar. Undirvísing og hentleikar eru lagað til tørvin hjá tí einstaka, og val av lærugreinum fer fram aftan á upptøku.
Á serbreytini kann næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Tá ið hesar verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasamansetingin er lagað til tín tørv og førleika, og sum miða eftir at geva tær ávísar førleikar.
Serbreytin endar við serbreytarprógvi.
Á serbreytini eru vanligu upptøkukrøvini til miðnám ikki galdandi, og miðað verður eftir serligum serbreytarprógvi.
Við einum serbreytarprógvi hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á lærupláss, starvsvenjingarstøð, arbeiðspláss ella aðra viðkomandi útbúgving.
Les meira her.
Tú kanst fáa vegleiðing á Glasir her
Les meira her.
Tú kanst fáa vegleiðing á Miðnámi á Kambsdali her
Les meira her.
Tú kanst fáa vegleiðing á Tekniska Skúla í Klaksvík her