1 ár og 10 mðr.
Mars
1. november
Heilsurøktara útbúgvingin er ein yrkisførleikagevandi miðnámsútbúgving.
Tú lærir m.a. um heilsufremjan, fyribyrging, sjúkrarøkt og endurmenning.Tú kanst arbeiða innan t.d. eldraøkið, Almanna- og heilsuverkið, psykiatri og sjúkraflutning, ella sum stuðul hjá fólki ið bera eitthvørt brek.
Heilsuútbúgvingarnar eru skiftisútbúgvingar. Tað ber í sær, at skift verður millum skúlagongd og starvsvenjing.
Útbúgvingin byrjar í mars mánaði á hvørjum ári.
Til at verða upptikin krevst heilsuhjálparaútbúgving ella onnur útbúgving og viðkomandi arbeiðsroyndir, ið svara til heilsuhjálparaútbúgvingina í longd (15 mðr.).
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða í almanna- og heilsuverkinum í Heimatænastuni, ellis- og røktarheimum og sambýlum, í Stuðulstænastuni, innan sjúkrahúsverkið og innan psykiatriska økið.
Sum heilsurøktari kanst tú taka víðari útbúgving sum fysioterapeutur, ergoterpeutur, sosialráðgevi, sjúkrarøktarfrøðingur ella námsfrøðingur.
Viðvíkjandi krøvum til upptøku til sjúkrarøktarfrøðing í Føroyum hygg her og til námsfrøðing her.