Fyri at søkja inn á víðari útbúgvingar eftir lokið miðnámsprógv ella samsvarandi, kanst tú velja at søkja inn annaðhvørt eftir kvotu 1 ella eftir kvotu 2.
Upptøka eftir kvotu 2 er ein eyka møguleiki til teirra, sum kanska ikki kunnu koma inn eftir kvotu 1.
Í kvotu er tað bert avgerandi hvat títt miðaltal er á tínum miðnámsprógvi.
Kvote 1 er fyri umsøkjarar, sum hava eina miðnámsútbúgving og lúka møgulig serstøk upptøkukrøv til ávísu útbúgvingina. Krøvini skulu verða lokin antin sum ein partur av miðnáms útbúgvingini, sum tú hevur tikið ella við, at tú tekur fleiri lærugreinar, at tú tekur lærugreinar á hægri støði ella tekur lærugreinar á nýggjum fyri at hækka próvtalið.
Í kvotu 2 verður tú mett eftir teimum metingarstøði, sum hvørt útbúgvingarstað ásetur, tí kunnu kvotu 2-metingarstøðini vera ymisk á ymsum útbúgvingunum og útbúgvingarstøðunum. Ger tær ómak, at kanna hvørji metingarstøði tín umsókn verður mett útfrá soleiðis, at tú málrættar umsóknina so væl, sum til ber.
Kvotu 2-metingarstøðini kunnu vera upptøkuroyndir, upptøkusamrøður, próvtøl í ávísum lærugreinum ella royndir frá t.d. størvum, uppihald uttanlands, eftir- og háskúlum og annað virksemi t.d. í barna- og ungdómsfelagsskapum, politiskum virksemi o.l. Tú kanst eisini vænta, at tað er eitt krav, at tú eisini letur inn eina grundgivna umsókn.
Kanna altíð væl kvotu 2-metingarstøðini hjá útbúgvingarstaðnum í góðari tíð og hvørji skjøl skulu viðfestast ella "uploadast" til kvotu 2 umsóknina.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum