Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2023

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:

Marknaðarførslubúskapur

AP Graduate in Marketing

Endamálið við útbúgvingini er at fáa førleikar at arbeiða við at greina, leggja til rættis og gjøgnumføra loysnir innan marknaðarføring í breiðum høpi í handils-, framleiðslu- og tænastufyritøkum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Um útbúgvingina

Við hesi útbúgving styrkir tú tíni evni at menna loysnir og vísa tær í verki í sambandi við stór og altjóða virki, men eisini í sambandi við egið virki. Førleikarnir fevna um evni at arbeiða við marknaðar­førslu, innanhýsis og uttanhýsis marknaðarsamskifti – eisini talgildari marknaðar­førslu og búskapi sum heild, harímillum at meta um búskaparligar fylgjur av marknaðarførslu­átøkum.

Skipan av útbúgvingini

Glasir í Marknagili samstarvar við CPH Business í Keypmannahavn um útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið Markedsføringsøkonom. Fyri tann lesandi merkir hetta fyrst og fremst, at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.

Høvuðsevnini eru:

  • altjóða marknaðarførsla og søla
  • búskaparstýring og altjóða búskapur
  • samskifti, fyriskipan og leiðsla
  • altjóða vinnulívsrætt

Yvirlit - lestrarár, lærugreinar og ECTS stig

Kjarnuøki: 1. lestrarár 2. lestrarár
Altjóða marknaðarførsla 20 ECTS 5 ECTS
Búskapur 15 ECTS 5 ECTS
Søla og marknaðarføring 10 ECTS  
Fyriskipan og leiðsla 10 ECTS  
Vinnulívsrættur 5 ECTS  
Kjarnuøki tilsamans  60 ECTS 10 ECTS
Onnur útbúgvingarevni: 1. lestrarevni 2. lestrarevni
Valfrí útbúgvingarevni   20 ECTS
Starvsvenjing   15 ECTS
Endalig verkætlan   15 ECTS
Tilsamans 60 ECTS 60 ECTS

Undirvíst verður á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum, men roknast kann við, at bæði danskt og enskt mál verður nýtt í sambandi við lesnað og próvtøkur. Undirvísingin tekur støði í ítøkiligum dømum hjá fyritøkum.

Ein partur av útbúgvingini er starvsvenjing í tríggir mánaðir, har tú ognar tær royndir at arbeiða í einari fyritøku, sum hevur brúk fyri førleikum innan marknaðarførslubúskap.Til ber at fara uttanlands í starvsvenjing.

Upptøkutreytir

Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina í marknaðarførslubúskapi krevst, at umsøkjarin hevur lokið:

  • gymnasialt miðnám ella
  • yrkisútbúgving innan handil og skrivstovu ella
  • aðra viðkomandi yrkisútbúgving

Harafturat krevst, at umsøkjari hevur staðið enskt á C-stigi og antin støddfrøði ella virkisbúskap á B-stigi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú m.a. starvast sum marknaðarføringssamskipari, við talgildari marknaðarføring, sum online handilssamskipari og við branding.

Framhaldandi lestur

Ein professiónsbachelor kann halda fram á fleiri ymsum kandidat- og master útbúgvingum bæði í Føroyum, Danmark og uttanlands. 

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum professiónbachelor innan t.d.:

●       altjóða handil og marknaðarførslu

●       ítróttastýring (sportsmanagement)

●       altjóða tænastuleiðslu (hospitality management)

●       innovatión og íverkssetan (til ber at taka hesa útbúgvingina á Glasi, les meiri her

Samstarv millum Glasir og Fróðskaparsetur Føroya ger, at søkjast kann um frítøku frá ávísum lærugreinum á búskaparútbúgvingini á bachelor stigi á Setrinum.

Samstarv við Århus Universitet ger, at søkjast kann inn á HD seinna part við fjarlestri í Føroyum, um ávís evni verða vald í útbúgvingini og tú hevur 2 ára vinnuroyndir. Møguleiki er eisini at søkja um lutvísa frítøku í sambandi við HA-lestur.

Meiri kunning

Til ber at lesa meiri um útbúgvingina og uppbygnaðin við at lesa námsætlanina her.

Les um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Glasi her.

Glasir

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2023

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarstuðul:
Lestrarlán: