Søk um upptøku her
Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 15. mars. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2022
Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarstuðul:
Lærlingaløn:

Tilvirkisatstøðingur

Útbúgvingin til tilvirkisatstøðing er ein grundútbúgving, sum gevur grundvitan innan tekstilhandverk, tilfarsvitan og sniðgeving. Harumframt læra næmingarnir eisini um møguleikarnar at skapa við hesum.

Um útbúgvingina

Tilvirkisatstøði tekur støði í handverkssiðvenjum innan tilfar og tekstilum amboðum og er ein útbúgving, sum kann birta upp undir skapandi hugin.

Arbeitt verður við verkætlanum, har næmingarnir læra at arbeiða við handverkinum, sniðgávutólum og kreativum tilgongdum.

Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum tilvirkisatstøðingur eru, at:
  1. vera førur fyri at samskifta fakliga og persónliga,
  2. taka fyrilit fyri arbeiðsumhvørvi við atliti at uppgávum á útbúgvingarøkinum,
  3. virka og samvirka í toymum og loysa faklig mál sjálvstøðugt ella í toymi,
  4. duga at arbeiða við fyriliti fyri arbeiðsumhvørvi, trygd og tíðarnýtslu,
  5. sýna innovativar og kreativar førleikar í sambandi við føroyskt tilfeingi,
  6. nema sær kunnleika um kunningartøkniligu amboðini innan útbúgvingarøkið,
  7. nema sær kunnleika um arbeiðshættir, røtt amboð og rættan útbúnað,
  8. hava førleika at sniðgeva og vørumenna framleiðslu innan útbúgvingarøkið,
  9. hava førleika at fremja sjálvstøðugt innaneftirlit,
  10. nema sær kunnleika um útlendska og serliga føroyska mentan og siðvenju innan tilvirkisyrkið og
  11. gagnnýta ástøðiligu vitanina í starvsvenjingarpartinum av útbúgvingini.

Skipan av útbúgvingini

Tilvirkisatstøðingaútbúgvingin er ein 2 ára útbúgving, harav starvsvenjing er 4 vikur. Tú fært ikki sveinaprógv við hesi útbúgving men skúlaprógv.

Frálæran fevnir m.a. um tekstil amboð (at veva, binda og tøva v.m.), framleiðslumenning, búfrøði, tilfarslæra, tekstil- og sniðgávusøga, rávørufrálæra (øll lið innan handfaring av ulli, skinni v.m.).

Í yrkislærugreinum verður próvtøka hildin í einari lítlari verkætlan.

Tú hevur umframt 6 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:

Tilfeingislæra

Tóvirkisamboð

Tilfarslæra

Dokumentatión

Arbeiðsumhvørvi

Rávørumenning

Vøruframleiðsla

Búfrøði

Úrtøkumentan, vallærugrein

1. hjálp og eldsløkking.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú verða før/ur fyri at arbeiða innan viðkomandi vinnu við tekstil. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugt vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Sum tilvirkisatstøðingur kanst tú verða før/ur fyri at søkja inn á hægri lesna.

Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.

Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið. 

Meiri kunning

"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
Glasir

Søk um upptøku her
Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 15. mars. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2022
Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarstuðul:
Lærlingaløn: