3 ár
August
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka verður væntandi hvørt ár frá 2023.
Umleið 30-40
Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar til eftir lokna útbúgving at virka sum KT-verkfrøðingar við førleikum innan KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu, KT-rakstur og -trygd, heimasíðuskipanir, spæl, lýsingar, appur, undirvísing í KT, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering o.a.
Filmur um KT-verkfrøði er her.
Høvuðsdenturin í útbúgvingini er á bygnað, nýtslu og forritan av KT-skipanum, umframt KT-verkætlanarleiðsla av tekniskum, fyrisitingarligum og handilsligum telduskipanum.
Dentur verður lagdur á KT-evni, sum geva góðar vinnumøguleikar í føroyskari og altjóða KT-vinnu og samfelagsfyrisiting, t.d. web- og app-forritan, umframt dátuvísindi og maskinlæring (AI).
Góðir førleikar í enskum, føroyskum og skandinaviskum máli eru neyðugir. 10% (2-3 skeið) av útbúgvingini er skipað sum fjarlestur frá Mittuniversitetinum í Svøríki á enskum og svenskum máli. Fjarlesturskeið hava vanliga stuðulsundirvísing í Føroyum.
Upptøkutreytir
Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv við støddfrøði á B- ella A-stigi.
Miðaltalið í nevndu lærugrein skal vera í minsta lagi 4 á B-stigi ella minst 2 á A-stigi eftir 7-talsstiganum. Hetta svarar til í minsta lagi 7 á B-stigi ella minst 6 á A-stigi eftir 13-talsstiganum.
Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og endaligum ársmetum.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri at arbeiða innan ymisk arbeiðsøki, t.d.:
Sum B.Sc. í KT-verkfrøði hevur tú eitt fakligt grundarlag til framhaldslestur á master- ella kandidatstigi uttanlands.
Masteravtalur eru við DTU (Computer Sc.&Eng., Digital Media Eng., Telecomm.) og MIUN (Computer Eng.). Dømi um upptøkur eru eisini á ITU og KU. KT-verkfrøði kann við møguligum avmarkingum eisini vera støði undir víðari útbúgvingum við onnur universitet.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Hannes Gislason, útbúgvingarleiðara, hannesg@setur.fo, +298 292576.
Les meiri her
KT-verkfrøðingur frá Fróðskaparsetur Føroya
Jóannis Iversen, 36 ár
”Eg varð liðugur at lesa í 2013 og havi síðani tá arbeitt á KT-deildini hjá Posta, bæði við minni og størri verkætlanum. Sjálvur havi eg arbeitt nógv við Track and Trace, bæði ment forrit og skipanir av ymsum slag. Eisini loysi eg dagligar uppgávur, so sum at hjálpa starvsfólkum á Posta við teldum, printarum o.ø.
Undir útbúgvingini lærir ein m.a. um forritan, støddfrøði, hagfrøði, databasar, netverk og prosjektleiðslu.”
Hví skal ein velja hesa útbúgvingina?
”Møguleikarnir eftir lokna útbúgving eru nógvir. Í flest øllum vinnugreinum er eitthvørt KT tengt. Tú kanst velja at arbeiða á onkrari KT-fyritøku ella á onkrum stórum virki. Ella fara ein annan veg at menna eina app ella eitt spæl. Ert tú kreativur og dámar væl at loysa uppgávur, eisini kompleksar uppgávur, og dámar at skapa nakað, so er hetta kanska útbúgvingin fyri teg.”