Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 20

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 200/ECTS

Master

Politikkur og umsiting - masterlæra

M.S.Sc.

Endamálið við útbúgvingini er, at tann lesandi ognar sær førleikar á altjóða støði innan vísindalig ástøði og háttaløg, samstundis er eisini fyrilit tikið fyri, at hvør lesandi kann ogna sær ein sjálvstøðugan fakligan profil.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur førleikar í at seta kritiskar spurningar, í gjølliga at greina ymisk samfelagsviðkomandi evni og at framleiða viðkomandi vitan innan sítt fakøki. Útbúgvingin tekur samfelagið sum skipan til viðgerðar og greinar samfelagsins strukturar og organisatiónsformar, herundir stovnar, teirra bygnað, stýring og søguligu menning.

Útbúgvingin tekur tvey ár. Í fyrstu lestrarhálvu verður dentur lagdur á teori og metodu innan politikk og samfelagsplanlegging. Ein týdningarmikil partur av hesi lestrarhálvuni er arbeiðið í einum fakligum praksisfelagsskapi, har tann lesandi, m.a. saman við øðrum lesandi og vísindastarvsfólkum, kemur at arbeiða við ávísari granskingarverkætlan.

Í aðru lestrarhálvu verður farið á útlendskt universitet, har tann lesandi lesur útvald fak innan sítt serøki.

Í triðju lestrarhálvu fer tann lesandi í praksislæru. Hetta merkir, at grundað á avtalu millum tann lesandi og ein stovn ella virki, granskar tann lesandi eina fakliga viðkomandi uppgávu, samstundis sum hann ella hon eisini luttekur í vegleiðing og metoduskeiðum á Setrinum. Ein minni partur av lestrarhálvuni er hartil ein teoretisk og metodisk fyrireiking til masterritgerðina.

Í fjórðu lestrarhálvu er sjálvt arbeiðið við masterritgerðini við atknýttari vegleiðing.

Nógv av samskiftinum fer fram á enskum / skandinaviskum máli, herundir uppgávuskriving.

Kravið um at vera til staðar á stovninum er hægri enn undir vanligum universitetslesnað.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig

1.lestrarhálva

2.lestrarhálva 3.lestrarhálva 4.lestrarhálva

 

Metodologi I

10 ECTS

Uppihald á
útlendskum
universiteti

30 ECTS

Praksislæra /
phronetikum

25 ECTS

Masterritgerð

30 ECTS

 

Fakskeið

10 ECTS

Metodologi II

5 ECTS

 

Masterlæru-
verkætlan

10 ECTS

   

 

 

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.

Endurpróvtøka og sjúkrapróvtøkur verða fyriskipaðar eftir reglugerðum setursins, ella eftir avtalu við undirvísingarleiðaran.

Próvtøkurnar kunnu vera skrivligar uppgávur við ella uttan munnligari verju. Munnligar royndir er grundaðar á temaseminar, workshops o.l. Serritgerðin verður vard munnliga.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst lokið Bachelor prógv í søgu ella samfelagsvísindi.

Lesandi við øðrum førleikum, tó í minsta lagi bachelorstigi, kunnu eisini søkja um upptøku.

Starvsmøguleikar

Master í politikki og umsiting gevur førleika til at kunna starvast við leiðandi og greinandi uppgávum innan bæði privata, almenna og sjálvbodna sektorin í samfelagnum. 

Framhaldandi útbúgving

Master í politikki og umsiting gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-lestur.

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til Eriku Anne Hayfield, útbúgvingarleiðara, erikah@setur.fo, tlf. 292597.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum