Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

Við búskaparbreyt: 2 ár

Við øðrum miðnámi enn búskaparbreyt: 2 ár og 5 vikur online-skeið

Við FHS: 2 ár umframt 40 vikur skúlagongd í Danmark

Við 9. flokki: 4 ár. Íroknað grundskeið og 40 vikur skúlagongd í Danmark 

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn:

Skrivstovufólk við sergrein í speditión og shipping

Útbúgvingin er ein skrivstovuútbúgving við sergrein innan speditión og shipping. 

Filmur um útbúgvingina er her.

Um útbúgvingina

Við sergrein innan speditión og shipping, lærir tú at vøruavgreiða og skipa flutning av farmi og vørum sjóvegis.

Arbeiðið snýr seg í høvðusheitum um at skipa sambandið millum reiðarí ella shippingfyritøku og fyritøkur, ið skulu hava sínar vørur fluttar sjó- og luftvegis.

Sum shippingstarvsfólk eru tíni arbeiðsamboð telefon og telda, ferðaætlanir, tíðartalvur og skráir. Tú hevur samband við fólk um allan heimin og lærir at taka skjótar avgerðir, ið kunnu bera í sær týðandi fíggjarlig úrslit.

Arbeiðstíðirnar eru sjáldan fastar, og yvirarbeiði er vanligt. Tú kanst eisini koma í starv uttanlands í eitt avmarkað tíðarskeið.

Skrivstovuútbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um roknskap og fyrisiting. Tú lærir um samband við kundan, um tænastu og at arbeiða við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniarki og øðrum KT-skipanum.

Skipan av útbúgvingini

Skúlagongdin til hesa útbúgvingina er í Danmark, har hon er skipað sum ein EUX-útbúgving, ið er samansett av einari gymnasialari miðnámsútbúgving á 2 ár og einari yrkisútbúgving. 

Ein EUX-útbúgving er bæði ein vinnuútbúgving og ein miðnámspróvtøka. Tú samansetir tína vinnuútbúgving við eina gymnasiala próvtøku og verður yrkislærd/ur og student samstundis.

Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

Av tí at skúlagongdin til útbúgvingina er í Danmark, er hon lýst í donskum lógarverki. Nær skúlaskeiðini liggja heilt neyvt, fæst at vita, tá tú ert tilmeldað/ur danska skúlan.

Í endanum á høvuðsskeiðinum skipar skúlin fyri yrkisroynd.

Skúlar í Danmark

Skúlagongdin til hesa útbúgvingina er í Danmark.

Les meira um hvar tú kanst taka skúlagongdina til hesa útbúgvingina her.

Skúlaheim

Allir danskir yrkisskúlar hava eitt skúlaheim, har føroyskir lærlingar kunnu búgva, tá teir fara til Danmarkar í skúla.

Í tilmeldingarblaðnum til danskan yrkisskúla, kann læruplássið søkja um pláss á skúlaheimi.

Lærusáttmálin

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.

Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.

Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, at tú:

  • Ert tænastusinnað/ur og tosar væl við kundar

  • Dugir væl at orða teg

  • Dugir væl fremmandamál

  • Ert nærlagd/ur

  • Dugir at brúka KT-amboð

  • Ert tilreiðar at arbeiða nógv við teldu

  • Hevur hug framhaldandi at menna vitan tína

  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

Upptøkutreytir

Fyri at kunna søkja, skalt tú í minsta lagi hava fylgt undirvísingini í fólkaskúlanum og 9. flokki, ella hava samsvarandi kunnleikastøði. 

Starvsmøguleikar

Tá tú hevur fingið sveinabrævið, so hevur tú yrkisrættað miðnám og kanst antin fáa starv innan títt fakøkið ella søkja inn á framhaldandi útbúgving.

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum skrivstovufólk, serliga innan speditión/shipping og flutning annars.

Framhaldandi útbúgving

Við yrkisrættaða miðnámsútbúgving hevur tú somu møguleikar at fara undir framhaldandi lestur sum tey, ið hava nomið sær eina gymnasiala útbúgving, eisini inn á hægri lærustovnar t.d. universitet.

Gev gætur, at tú skalt lúka ávísar gjøllari ásettar upptøkutreytir til eina framhaldsútbúgving. Tú skalt t.d. hava staðið ávísar lærugreinar á ávísum stigi.

Meiri kunning

Les meiri um útbúgvingina og vegleiðingar til lærlingar á heimasíðuni hjá yrkisdeplinum her.

Les meiri um útbúgvingina á donsku útbúgvingarvegleiðingini ug.dk her.

Yvirlit yvir lærupláss er her.

Les um yrkisfelagið S&K og um lærlingarlønina v.m. her.

Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

Við búskaparbreyt: 2 ár

Við øðrum miðnámi enn búskaparbreyt: 2 ár og 5 vikur online-skeið

Við FHS: 2 ár umframt 40 vikur skúlagongd í Danmark

Við 9. flokki: 4 ár. Íroknað grundskeið og 40 vikur skúlagongd í Danmark 

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn: