3 ár
August
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2021
Umleið 20
Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi vitan um og praktiskar førleikar innan burðardygga orkuveiting, burðardygga orkunýtslu og um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri umhvørvi og samfelag.
Útbúgvingin gevur góðar førleikar í stødd-, alis- og orkufrøði við atliti at m.a. burðardyggari og umhvørvisvinarligari veiting av orku. Komið verður t.d. inn á, hvussu vaksandi orkutørvurin kann nøktast, og eisini hvat gerast kann fyri at minka um orkunýtsluna.
Útbúgvingin er løgd soleiðis til rættis, at tú eftir fyrsta árið eftir nærri avtalu um val av skeiðum kanst fáa munandi ávirkan á innihaldið í tíni útbúgving.
Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu.
Fyri samfelag okkara er tað ein serstøk avbjóðing, at samband ikki er til aðrar orkuveitarar ígjøgnum eitt felags veitingarnet. Tí er týdningarmikið at fáa eina burðadygga lokala loysn, so Føroyar í størst møguligan mun kann verða sjálvforsýnandi við orku.
Bachelorútbúgvingin í orkuvísindum tekur trý ár; nøkur skeið eru kravd, meðan onnur kunnu kunnu veljast eftir egnum áhuga.
Útbúgvingin hevur nógvan samlestur við Orkuverkfrøði. Í mun til Orkuverkfrøði er eingin starvsvenjing og meiri frælsi at velja skeiðsinnihald eftir egnum ynski.
Útbúgvingin endar við eini verkætlan, har tann lesandi fær høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið útbúgvingin fevnir um.
Endaliga verkætlanin kann gerast í samstarvið við stovnar ella feløg eftir egnum ynski.
Útbúgvingin er uppbygd á henda hátt:
1. lestrarár er skipað við grundskeiðum í støddfrøði, orkuverkfrøði og alisfrøði
2. lestrarár er skeið í stødd, alis og evnafrøði, innleiðandi elverkfrøði umframt skeið eftir egnum ynski.
3. lestrarár eru skeið innan orkuverkfrøði, forritan, skeið eftir egnum ynski umframt bachelorverkætlan.
1. |
2. |
3. |
4. |
5. |
6. |
Støddfrøði 1 10 ECTS |
Støddfrøði 1 10 ECTS |
Thermo- 5 ECTS |
Støddfrøði 2 5 ECTS |
Orka og 5 ECTS |
Bygnings- 7,5 ECTS |
Mekanikkur 10 ECTS |
Elektro- 7,5 ECTS |
Innleiðandi 5 ECTS |
Stýriverkfrøði 5 ECTS |
Vindorka 7,5 ECTS |
Vallærugrein 7,5 ECTS |
Innleiðandi 7,5 ECTS |
Varandi 7,5 |
Evnafrøði 5 ECTS |
Elektriskar 5 ECTS |
Forritan 5 ECTS |
Bachelor 15 ECTS |
Líkinda- 5 ECTS |
Hagfrøði 5 ECTS |
Vallærugrein 15 ECTS |
Vallærugrein 15 ECTS |
Vallærugrein 10 ECTS |
Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv við:
Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:
Hjá teimum, ið søkja inn eftir kvotu 2 kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Undirvísingin gongur fyri seg á og er bygd á tilfar á føroyskum, donskum og enskum. Vit vænta tí, at tey lesandi hava nøktandi førleika á hesum málum.
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.
Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.
Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.
Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Toke Meier Carlsen, útbúgvingarleiðara, tokemc@setur.fo, 298 292566.
Les meiri her.