Lestrartíð: 3 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið hevur ábyrgd av, at næmingarnir verða meldaðir til læruna

Førleikagevandi skeið og læra

Tannklinikkatstøðingur

 

Tannklinikkatstøðinga útbúgvingin er førleikagevandi skeið og læra. Lønin í lærutíðini er sambært S&K-sáttmálanum, lønarbólkur 2, og læruplássið rindar fyri skeið og bøkur.

Ein tannklinikkatstøðingur hjálpir tannlæknanum við viðskiftafólkunum. Undir útbúgvingini lærir tú, hvussu arbeiðið á klinikkini verður lagt til rættis. Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at taka ímóti viðskiftafólki, at avgreiða telefonsamrøður, at vaska og sóttreinsa amboð og soleiðis gera tey klár til tannlæknan at brúka.

Útbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um tannrøkt og viðgerð av sjúklinginum saman við tannlæknanum. Tú lærir um tey ymsu amboðini og tað tilfar, ið verður brúkt.

Tú lærir eisini at skriva og halda skil á journalum, skriva rokningar, taka ímóti inngjaldi, bíleggja tilfar og kalla viðskiftafólk inn til kanningar. Tú kanst eisini læra at taka røntgenmyndir.

Útbúgving

Henda tannklinikkatstøðingaútbúgvingin er ikki fyriskipað og góðkend av Mentamálaráðnum.

Tannklinikkatstøðingaútbúgving er skipað sum førleikagevandi skeið í trimum eindum, hvør við sínari roynd. Skeiðið er privat og fyriskipað av Føroya Tannlæknafelag fyri tannklinikk­atstøðingalærlingar, sum arbeiða hjá limum tannlæknafelagsins.

Útbúgvingin er skipað sum vikuskiftisskeið í verkligu lærutíðini.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans og ½ ára starvstíð á eini tannklinikk.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum tannklinikkatstøðingur í Føroyum og í Danmark.

Av tí at skeiðið er privat, gevur tað ikki beinleiðis atgongd til aðrar útbugvingar, men royndirnar vísa, at fleiri við hesi útbúgving eru upptikin á skúlar, sum útbúgva starvsfólk í heilsuverkinum.

Meiri kunning

Føroya Tannlæknafelag.

 

 

 

Lestrartíð: 3 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið hevur ábyrgd av, at næmingarnir verða meldaðir til læruna

Fylg okkum