Granskingarráðið fær eina árliga játtan á fíggjarlógini at luta út til stuðul til gransking. Til ber at søkja um stuðul til gransking frá Granskingarráðnum eina ferð um árið.
Umsóknarfreistin er 15. februar 2021, kl 12.00 (á middegi) føroyska tíð.
Stuðul verður latin:
- føroyskum granskarum og granskaralesandi
- gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur
- gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi
Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum:
- Ph.d.-verkætlanir
- Post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár
- Smærri verkætlanir við styttri tíðarætlan
- Granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking
Tað er ein fyrimunur at:
- Verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar
- Verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar, granskingarumhvørvi og vinnuna
Tað verður kravt at:
- í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum. Er talan um vinnuverkætlan er kravið í minsta lagi 1/2.
Minstamark fyri stuðli til verkætlanir er 150.000 kr.
Tað eru upp til 7,5 mill kr. tøkar til stuðul í 2021.
Umsóknir skula skrivast á enskum máli á serligt oyðublað, ið kann heintast her. Nágreinilig krøv eru her. Eisini er skrivlig vegleiðing at finna her.
Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.
Umsóknir skulu sendast við telduposti til gransking@gransking.fo innan ásettu freistina.
Granskingargrunnurin - www.gransking.fo
Tú kanst venda tær til Anniku Sølvará annika@gransking.fo, tlf. 567803.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum