Umleið 2 ½ ár
Februar og september
1. august
Persólig leiðsla kr. 14.000
Starvsfólkaleiðsla og faklig menning kr. 14.000
Fyriskipan, menning og samskapan kr. 14.000
Valmodul 1, 2 og 3 kr. 7.000
Høvuðsuppgávan kr. 21.000
Útbúgvingin leggur dent á tína leiðslu og gevur tær møguleika at menna tínar leiðsluførleikar við at sameina innlit í ástøði og leiðslu.
Tú kanst menna tínar førleikar sum leiðari, hvussu tú handfer avbjóðingar, vitan um, hvussu tú kann leiða og motivera starvsfólk og hvussu tú kann arbeiða við yvirskipaðum málum og strategium.
Diplomútbúgvingin í leiðslu er javnsett við bachelor útbúgvingar. Undirvísingin er millum 2-4 dagar um mánaðin.
Til ber at taka stakar lærugreinir ella alla útbúgvingina.
– Persónlig leiðsla og broytingar – 10 ECTS
– Starvsfólkaleiðsla og faklig menning – 10 ECTS
– Fyriskipan, menning og samskapan – 10 ECTS
– 3 vallærugreinir – 5 ECTS
– høvuðsuppgáva – 15 ECTS
Vallærugreinirnar eru hesar:
Dentur verður lagdur á beinleiðis samskifti og samband við lærarar og lesandi og millum lesandi sínámillum. Menning sum leiðari og harvið eisini tín persónliga menning er í fokus. Tí verður arbeitt við ástøði og tí verkliga við støði í fyriskipanum hjá tær og tínum floksfeløgum. Tú fær møguleikan at byggja upp samband við aðrar leiðarar og at skapa og virka í einum netverki.
Próvtøka er í hvørjari einstakari lærugrein. Innanhýsis próvtøka er í samband við eina kravda lærugrein og vællærugrenirnar.
Hinar próvtøkurnar og endaliga verkætlanin verður próvdømd uttanhýsis.
Treytir fyri upptøku eru:
1. Ein av hesum útbúgvingum:
a) Styttri framhaldsútbúgving, t.d. marknaðarførslubúskap ella fíggjarbúskap
b) Akademiútbúgving (AÚ)
c) HD 1. part
d) Bachelorútbúgving
e) ella samsvarandi útbúgving og
2. Tvey ára viðkomandi vinnulívsroyndir.
Um umsøkjarin hevur veruligar førleikar (realkompetencur), ið verða góðkendar at svara til upptøkutreytirnar, er møguleiki at vera tikin inn á útbúgvingina. Umsøkjarin skal skjalprógva verligar førleikar og verður støða tikin til møguliga atgongd í hvørjum einstøkum føri.
Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi og gevur tær møguleika fyri framhaldsútbúgving á masterstigi.
Í løtuni er ikki møguligt at taka master útbúgvingar í leiðslu í Føroyum.
T.d. donsku universitetini bjóða master útbúgving í leiðslu. Eitt nú bjóðar Århus Universitet master útbúgvingar innan innovatión, leiðslu og fyriskipan.
Um tú vilt vita meira um útbúgvingina ber til at lesa námsætlanina her.
Les um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Glasi her.
Tú kanst venda tær til Finn Jensen, dekan á 786663 og fje@glasir.fo.