4 ár 5 mðr.
Læruplássið ásetir freistina
Ein gróthøggari arbeiðir við at klúgva, høgga og passa grót til. Í skúlanum lærir tú um ymiskt grót. Somuleiðis lærir tú at høgga stavir og prýða t.d. gravsteinar.
Ein týdningarmikil partur av útbúgvingini og dagliga arbeiðinum er at vegleiða kundar um, hvat tilfar hóskar best til tað, tey vilja hava. Rætti steinurin skal brúkast, og tú skalt listaliga kunna tekna eina loysn til uppgávuna.
Útbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um eginleikarnar í ymsum gróti, og tú lærir ymiska tøkni við hamara, meitli og lufttrýstsriknum maskinum. Tú fært kunnleika um, hvussu tú handfert grót listaliga og handverksliga.
Gróthøggarin kennir eisini til onnur arbeiðsøki, sum krevja ástøðiliga vitan um bygningssøgu, skapandi og listaliga tekning o.a. Sum gróthøggari skalt tú vera tilvitaður um at lyfta tungt.
Tí lærir tú at brúka hjálpitól og at verja teg.
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.
Frálæran fevnir m.a. um skrifttekn, at høgga og klúgva grót, tekningarlæru og tilfarsfatan.
Tú skalt eisini hava lærugreinar sum t.d. støddfrøði, talgilda tekning, bygningssøgu og gaffiltrukkskeið
Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur gróthøggari á gróthøggaraverkstaði ella aðrari fyritøku, sum arbeiðir við at umvæla og prýða bygningar, gera havnaanlegg ella trappur.
Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.
Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.
Tú hevur atgongd til vinnuakademiútbúgvingina:
Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.
Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.
Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.
Yrkisútbúgvingin til gróthøggara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.
Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo