Søk um upptøku her
Lestrartíð:

1½ ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
 

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 10

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 90
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS

Hjánám í søgu

Subsidiary Subject Studies in History

Endamálið við útbúgvingini er m.a. at útbúgva tey lesandi í at vera lærarar í miðnámsskúlum.

Hjánám í søgu eigur at geva teimum lesandi vitan og innlit í føroyska og alheims søgu og søguvísindalig háttaløg.

Um útbúgvingina

Hjánámið er sett saman av skeiðum í føroyskari søgu og heimssøgu, bæði eldri og yngri søgu. Í tí háttalagsliga partinum fært tú skeið í søguvísindaligum háttaløgum.

Skipan av útbúgvingini

Hjánám í søgu krevur 60 ECTS á bachelorstigi og 30 ECTS á masterstigi. Um høvuðsgreinin ikki er samfelagslig ella hugvísindalig, má studenturin harumframt taka vísindaástøði og háttalag (10 ECTS).

Serritgerðin verður skrivað í høvuðsgreinini.

Tað eru fimm kravd skeiðini og eitt valfrítt skeið.

Samfelagslig ella hugvísindalig høvuðsgrein (10 ECTS) Ikki samfelagslig ella hugvísindalig høvuðsgrein (10 ECTS)
Grundskeið í søguvísindaligum háttaløgum (10 ECTS) Grundskeið í søguvísindaligum háttaløgum (10 ECTS)

Føroyska nútíðarsøga (10 ECTS)
Um tú hevur hetta skeið:
Arkivkunnleiki, 
evnisøki ella
Valfak

Føroyska nýtíðarsøga (10 ECTS)
Um tú hevur hetta skeið:
Arkivkunnleiki, 
evnisøki ella
​Valfak

Nýtíðar heimssøga (10ECTS) Nýtíðarsøga heimssøga (10ECTS)
Eldri heimssøga (10ECTS) Eldri heimssøga (10ECTS)
Eldri føroysk søga (10 ECTS) Eldri føroysk søga (10 ECTS)
  Vísindaástøði (10ECTS)

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í juni.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Studentur, sum søkir inn á hjánámið í søgu, skal hava staðið ella vera innskrivaður til eitt høvuðsnám. Tað ber eisini til at vera innskrivaður á samansett bachelornám.

Starvsmøguleikar

Hjánám í søgu gevur saman við einum høvuðsnámi møguleika at arbeiða sum miðnámsskúlalærari umframt  spennandi starvsmøguleikar, har kunnleiki til søgu og søguvísindalig háttaløg er neyðugur, t.d. í miðlum og fyrisiting.

Framhaldandi útbúgving

Lokið hjánám í søgu kann vera partur av miðnámslæraraprógvi, har høvuðsnámið er 210 ECTS og hjánámið 90 ECTS.

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Erling Isholm, útbúgvingarleiðara, erlingi@setur.fo.

Les meiri her

Fróðskaparsetur Føroya

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

1½ ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
 

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 10

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 90
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS