3½ ár
August
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Umleið 20
Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi grundleggjandi vitan um og praktiskar førleikar innan verkfrøði við denti á evni sum burðardygd í t.d. bygging, orkuveiting, orkunýtslu og vitan um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri samfelag og umhvørvi.
Útbúgvingin gevur tær sterkar førleikar innan verkfrøði og náttúruvísindi.
Hon gevur tær grundleggjandi vitan og praktiskar førleikar innan verkfrøði vit atliti at t.d. burðardygd í bygging, orkuveiting og -nýtslu. Evni sum hava alstóran týdning í eini grønari samfelagsmenning.
Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu.
Best møgulig gagnnýtsla av hesum møguleikum eru avgerandi fyri at Føroyar skulu røkka málinum at verða 100% grønar við orku á landi í 2030.
Menning av elorkuveiting við grønum loysnum er ein týðandi partur í hesum málsetningi. Føroyska veðurlagið og náttúran hava hinvegin avbjóðingar við sær í mun til eitt nú bygningar og byggitøkni, sum - til tess at fremja góðar loysnir - krevja holla vitan um m.a. tilfarslæru, konstruktiónir, strukturar, byggitøkni og jarðtøkni.
Hetta eru viðurskifti, ið dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og sum eru eru hornasteinar í at menna Føroyar sum eitt burðardygt samfelag.
Bachelorútbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár, harav hálvt ár er starvsvenjing hjá eini fyritøku ella einum stovni.
Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tú aftan á tvey tey fyrstu árini kanst velja at leggja dent á byggiverkfrøði, orkuverkfrøði ella el-verkfrøði.
Starvsvenjingin er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tú ert til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving.
Útbúgvingin endar við eini bachelorverkætlan, har tú fært høvi til at seta teg serliga væl inn í eitt evni, ið tú hevur lært um í útbúgvingini.
Bachelorverkætlanin kann t.d. gerast í samstarvi við stovn ella fyritøku, har tú var í starvsvenjingin.
Vallærugreinir eru innan byggiverkfrøði, orkuverkfrøði og EL-verkfrøði.
Byggiverkfrøðiskeið:
Orkuverkfrøðiskeið:
El-verkfrøðiskeið:
Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv og við nøktandi úrsliti hevur staðið:
Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:
Hjá teimum, ið søkja inn eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Undirvísingin fer fram - og er bygd á tilfar - á føroyskum, donskum og enskum. Væntað verður tí, at tey lesandi hava nøktandi førleika í hesum málum.
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.
Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.
Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina ber til at útbúgva teg víðari á universitetum í øðrum londum.
Nærri kunning fæst við at venda tær til við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Jari í Hjøllum, útbúgvingarleiðara, jarih@setur.fo +298 292578.