Søk um upptøku her
Lestrartíð: 2½ ár
Umsóknarfreist: August
Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lærlingaløn:
Yrkisútbúgving

Sveisari

Sum sveisari arbeiðir tú við at gera tilskeringar og evna til rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir. Eisini arbeiðir ein sveisari við at leggja til rættis og gera einfaldar framleiðsluuppgávur, handliga eins væl og við maskinum, at leggja til rættis og gera skap í plátu-, rør- og stáltvørskurðum.

Ein týðandi partur av arbeiðinum er at velja rætt tilfar og rættan arbeiðshátt til ymsu uppgávurnar. Undir útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um at velja og viðgera tilfar eftir krøvum og endamáli.

Somuleiðis verður arbeitt við at røkja amboð, viðgera og eftirviðgera yvirflatar av metali og øðrum tilfari og at kunna leggja til rættis samansettar sveisiuppgávur.

Um útbúgvingina

Tú lærir grundleggjandi smiðju- og maskinarbeiði, sum ger teg føran at virka sum handverkari í øllum smiðjuverkstøðum innan jarn og metal.

Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum sveisari eru, at:

1) at gera tilskeringar og evna til rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir við atliti at galdandi standardum,

2)   at leggja til rættis og gera einfaldar framleiðsluuppgávur, manuelt eins væl og við maskinum,

3)   at leggja til rættis og gera skap í plátu-, rør- og stáltvørskurðum,

4)   at velja út og viðgera tilfar eftir krøvum og endamáli,

5)   at gera samankomingarhættir í mun til galdandi krøv,

6)   at viðlíkahalda amboð,

7)   at yvirflatu- og eftirviðgera metall og annað tilfar við atliti at dygd, normum og krøvum,

8)   at kunna leggja til rættis samansettar sveisi uppgávur, og

9)   at velja út og gera samansettar sveisihættir.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd. 

Í seinra parti av lærutíðini velir tú eina ávísa sergrein, sum er rættað til ávísa framleiðslu innan metalídnaðin. Tú kanst velja ímillum at enda við sergrein sum:

  • Sveisari
  • Rør- og blikksmiður
  • Rustfastur kleinsmiður
  • Kleinsmiður
  • Maskinsmiður
  • Rørsmiður

Skúlagongdin fyri sergreinina sveisari, íroknað sveinaroyndarskeið, er 35 vikur.

Tú hevur umframt 5 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:

  • Arbeiðsumhvørvið
  • Blikkarbeiði
  • CAD tekniforrit
  • Fyrstahjálp og brandskeið
  • Kunningartøkni
  • Maskinástøði
  • Maskinarbeiði
  • Rørarbeiði
  • Smiðjuarbeiði
  • Smiðjuástøði
  • Tekning
  • Tilfarslæra.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur sveisari.

Framhaldandi útbúgving

Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.

Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið. 

Meiri kunning

"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
Glasir

Søk um upptøku her
Lestrartíð: 2½ ár
Umsóknarfreist: August
Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lærlingaløn: