2½-6½ ár
Læruplássið ásetir freistina
Undir útbúgvingini lærir tú um flogfør, at finna brek, umvæla og at røkja teir mongu lutirnar.
Ein flogmekanikari umvælir og røkir flogfør.
Ein stórur partur av arbeiðinum fevnir um at kanna flogførini og gera tey klár, áðrenn tey kunnu fara á flog. Tú ert eisini við í eftirlitsarbeiði, tá ið partar av flogførum ella heil flogfør verða tikin sundur.
Filmur um flogmekanikara útbúgvingina er her.
Sum flogmekanikari lærir tú eisini at avlesa dátur úr telduni hjá flogfarinum og skriva frágreiðing um tað, tú gert við flogfarið.
Útbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um at umvæla og røkja flogmotorar, bremsur, stýrisskipanir, el- og navigatiónsskipanir, skrokk, veingir, vel, róður og lendingarskrokk.
Tú kanst enda útbúgvingina sum A flogmekanikari ella við einum av sergreinunum B1- flúgvitøkningur, mekanikkur (stig 2) og B2- flogtøkningur, elektronik (stig 3).
A-flogmekanikara útbúgvingini tekur 2½ ár.
Sum B1 flogtøkningur, mekanikk (stig 2) lærir tú at røkja, umvæla, royna og at gera klár antin fastveingjaði flogfør við turbinumotor, fastveingjaði flogfør við stempulmotor ella tyrlu við turbinumotori. Útbúgvingin til B1 flogtøkning tekur 5 ár.
Á sergreinini B2-flogtøkningur, elektronik (stig 3) fært tú nágreiniliga vitan um ravtøkniligu (elektronisku) skipanirnar. Tú lærir at røkja og finna villur í navigatiónsskipanir, samskiftisskipanir og í teimum sjálvvirkandi flúgviskipanunum. Útbúgvingin til B2 flogtøkning tekur 5½ ár.
Sum flogmekanikari mást tú vera hugaður fyri alsamt meiri eftirútbúgving. Trygdin hjá øðrum er ógvuliga nógv treytað av tínum arbeiði, og tí er umráðandi, at tú ert tolin, nærlagdur og ábyrgdarfullur.
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.
Frálæran fevnir m.a. um aerodynamikk, motorar, flogbygnað, flogskipanir og flúgvitól. Tú skalt eisini hava lærugreinar so sum danskt, enskt, elektronikk, alisfrøði og støddfrøði.
Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða hjá flogfeløgum, á flogverksmiðum og í flogherinum.
Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.
Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingarnar:
Tú hevur atgongd til professións bachelor útbúgvingina
Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.
Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.
Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.
Yrkisútbúgvingin til flogtøkning er á 5. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.
Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo
Í læru sum flogmekanikari hjá Atlantic Airways
Jónstein Biskupstø, 26 ár
”Fakið er fjølbroytt. Vit hava um hydraulik og motorar og hvussu vatnleidningar verða lagdir, um hvussu flogfarið flýgur og aerodynamik. Eisini er nógv tøkni, t.d. skifta vit teldur í flogfarinum og feilsøkja.
Ein vanligur gerandisdagur kann innibera, at vit toga flogfarið út á flogbreytina og gera flogfarið klárt, soleiðis at ferðafólk kunna koma umborð, umframt flogskiparar og kabina. Vit gera flogfarið klárt at flúgva. Um kvøldarnar kemur flogfarið heimaftur og kemur typiskt inn í hangarin. Tá gera vit størri ting, t.d. skifta generatorar, hyggja í kabinuna og kanna, um ljós eru farin, um olja er á motorinum, umframt at vit gera ymsar royndir og kanningar á skipanunum umborð.
Lærutíðin er 4 ½ ár, men tað er ógvuliga spenanndi. Tú ert bæði í starvslæru í Føroyum og Keypmannahavn og aðrastaðni uttanlands, um tað skal til. Tú ert í skúla í Keypmannahavn fimta hvønn mánað í 3 mánaðar, 6 ferðir íalt.”
Hví skal ein velja hesa útbúgvingina?
”Tá tú ert liðugur í læru sum flogmekanikari, er heimurin opin fyri tær. Fakið sjálvt og allar handbøkur v.m. eru á enskum. Tað er internationalt, alt er á enskum. Tað er rættuliga spennandi at fara uttanlands og har eru ofta kanska fleiri pengar at fara eftir t.d. í Dubai og Katar. Hevur tú áhuga í flogmekanikki, vil eg mæla tær til at fara til Danmarkar at taka grundskeiðið í flúgvitøkni. Hetta grundskeiðið tekur 20 vikur og so veitst tú akkurát, um flúgving er tú. Er tað tú, so søk beinanvegin um at koma í læru!”