Umleið 2-9 dagar
Skeið eru alt árið
Til ber at melda seg til tíðindabræv á heimasíðuni um skeið, sum verða boðin út og nær freistirnar eru.
Alt eftir skeiðslongd t.d. kostar eitt 2-daga skeið kr. 600 og eitt 9-daga skeið kr. 2.500 (skeiðsluttøka, tilfar og vistarhald er íroknað)
Høvuðsevnini á Mat & Moldmentanarháskúlanum eru matur, mold og mentan - og øll skeið á háskúlanum hava, so ella so, knýti til eitt ella fleiri av hesum evnum.
Háskúlin skipar fyri bæði styttri og longri skeiðum, ið eru ætlað øllum vaksnum. Av og á eru eisini skeið fyri børn. Til tíðir verður skipað fyri Master Classes, hetta eru serlig skeið, við undirvísarum, ið eru serfrøðingar á sínum øki. Master Classes eru ofta fyri fólk við royndum.
Skeiðini kunnu m.a. vera innan grønmeti, at skriva, marionett teatur, plantuføði, føroysk siðvenja og kostfrøði, matur og ull.
Næmingar á skeiðunum eru við í øllum arbeiði kring gerandisdagin á skúlanum: matgerð, reingerð, lúking, velting o.s.fr. Vit liva saman sum ein stór familja, og vit hjálpast at við at menna og byggja upp skúlan.
Ein vanligur dagur á skúlanum:
kl. 8.00 - kl. 9.00 |
Morgunmatur |
kl. 9.00 - kl. 13.00 |
Undirvísing |
kl. 13.00 - kl. 14.00 |
Matur |
kl. 14.00 - kl. 16.00 |
Háskúlaarbeiði/hvíld/hugni |
Eru fólk troytt, ber til at hvíla seg nú, ella seta seg at lesa í eini góðari bók. Starvsfólk á háskúlanum skipa fyri háskúlaarbeiði ella hugna.
Dømi um háskúlaarbeiði og hugna:
Síðani hava næmingarnir frí og gera sum tey vilja. Næmingarnir skiftast um at gera náttura.
Hóskvøld eru ofta almenn tiltøk, ið næmingarnir luttaka á. Fríggjadag fáa vit ofta fyrr frí. Næmingarnir avgera sjálvi um tey vera verandi á skúlanum um vikuskiftið, ella um tey fara heim. Mánamorgun byrja vit oftast kl 10.30.
Vit renna, renna, renna í gerandisdegnum, og merkja oftast ikki møðina, fyrr enn vit traðka út úr gerandistrummerumminum - sum t.d. tá ið vit fara á Háskúla, ganga ein túr í haganum, lúka ella líknandi. Og tá ið vit nú endiliga merkja móða kroppin, ið skríggjar eftir hvíld, ja, so halda vit, at tað er týdningarmikið at lurta. Á háskúlanum taka vit hvíldina í álvara. Tað er altíð møguleiki at fara heim at hvíla seg seinnapart - tí vit vita, at hvílir tú teg í dag, tá ið møðin tyngir, ja, so orkar tú meira enn tvífalt í morgin. Seinnaparturin er tí settur av til arbeiði, matgerð og/ella hvíld.
Tað er týdningarmikið at hvíla, men hvíldin verður ofta betri og djúpari, um kroppurin eisini sleppur at arbeiða. Rørsla er tí altíð partur av gerandisdegnum. Ofta er rørslan natúrligur partur av undirvísingini/arbeiðinum - men aðrar tíðir er hon partur av spæli og stuttleika.
Skúlin er staðsettur á Sandi, og næmingarnir húsast í vakra Ísansgarði. Á Ísansgarði eru níggju kømur, og tveir næmingar kunnu búgva á hvørjum kamari (eitt kamar kann húsa trimum næmingum).
Uttanfyri Ísansgarð eru tveir hitapottar. Starvsfólk standa fyri matgerðini um dagin. Um kvøldið skiftast næmingarnir at gera nátturða. Maturin á skúlanum er í so stóran mun sum gjørligt vistfrøðiligur, keyptur í leysvekt og/ella av Sandi.
At tú hevur børn er eingin forðing fyri at koma á háskúla - heldur tvørturímóti. Tíðin við børnum er eitt gott tíðarskeið at fara á háskúla. Eitt tíðarskeið, har ein kann geva sær tíð til at traðka úr gerandistrummerumminum heima, og gera okkurt annað. Tað ber til at tosa við vøggustovuna/barnagarðin/skúlan á Sandi, um at lata barnið vera har um dagarnar, ímeðan tú ert í skúla. Undirvísingin er liðug millum kl. 13 og kl. 15, so tú kanst heinta tey tíðliga - og á flestum pørtum av skeiðinum kunnu børnini eisini vera við. Tilber eisini at koma sum familja, tað eru nøkur størri kømur, ið kunnu leggjast av. Nógv av okkara háskúlaskeiðum eru eisini vælegnaði til teirra, ið eru í barnsburðarfarloyvi - lítla barnið/børnini er vælkomið við til undirvísing.