3 ár
August
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Umleið 20
Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at geva teim lesandi fjølbroytta vitan og innlit í politisk og umsitingarlig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar, sum smátjóðir møta í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.
Politikkur og umsiting er fyri tey, sum hava áhuga í, hvussu politikkur verður skaptur, reguleraður og broyttur.
Á hesi útbúgvingini lærir tú um samfelagsvísindalig ástøði og háttaløg, tvørvísindi og verkætlanararbeiði, føroyskan og altjóða politikk, um stýrisskipanir, demokrati og vald, og um hvussu almennur politikkur verður umsitin og reguleraður.
Undirvíst verður m.a í:
Útbúgvingin er tvørvísindalig, ið merkir, at arbeitt verður tvørtur um fakmørk, og at støði verður tikið støði í praktiskum søgu- og samfelagsligum viðurskiftum við stórum denti á spurdómsstýrda læring.
Tú kemur at ganga til nógvar fyrilestrar, men tú lærir eisini sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan, ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.
Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinarnar í ávísan mun eru tær somu sum í søgu og sosialvísindum og samfelagsplanlegging.
Útbúgvingin endar við eini B.S.Sc.-ritgerð.
1. lestrarhálva (heysthálva) |
2. lestrarhálva (várhálva) |
3. lestrarhálva (heysthálva |
4. lestrarhálva (várhálva) |
5. lestrarhálva (heysthálva |
6. lestrarhálva (várhálva) |
---|---|---|---|---|---|
Sosiologi og 10 ECTS |
Føroysk nútíðarsøga 10 ECTS |
Vallærugrein I 10 ECTS |
Vallærugrein II 10 ECTS |
Komparativur 10 ECTS |
Altjóða 10 ECTS |
Stjórnmálafrøði 10 ECTS |
Búskaparfrøði 10 ECTS |
Politisk 10 ETCS |
Háttalag II 10 ECTS |
Fyrisitingarlóg 10ECTS |
Bachelor- 20 ECTS |
Vísindaástøði 10 ECTS |
Ritgerð I 10 ECTS |
Háttalag I 10 ECTS |
Háttalag I 10 ECTS |
Ritgerð II 10 ECTS |
Almennur politikkur og fyrisiting 10 ECTS |
Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Við útbúgving í politikki og umsiting kanst tú millum annað starvast innan: politikk, almenna umsiting, ella á privatum fyritøkum.
Útbúgvingin gevur atgond til framhaldandi lestur á kandidat ella masterstigi.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Jens Christian Svabo Justinussen, útbúgvingarleiðara, jensj@setur.fo, +298 292587.
Les meiri her.
Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.