2 ár
August
1. juli
Umleið 20
Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 200 fyri hvørt ECTS
Endamálið við útbúgvingini er, at tann lesandi ognar sær førleikar á altjóða støði innan vísindalig ástøði og háttaløg, samstundis er eisini fyrilit tikið fyri, at hvør lesandi kann ogna sær ein sjálvstøðugan fakligan profil.
Útbúgvingin leggur dent á, at lesandi menna førleikar at virka í smátjóðum og oyggjasamfeløgum. Her verður samfelagið sum skipan viðgjørt, eins og stovnar, teirra bygnaður,
stýring og søguliga menning verða greinað.
Lesandi fáa førleikar á altjóða stigi í vísindaligum
ástøði og háttaløgum, men ogna sær samstundis sjálvstøðugan fakligan profil.
Við støði í trupulleikagrundaðari, tvørvísindaligari
tilgongd og starvslæru mennir tann lesandi eitt sjálvstøðugt arbeiðslag. Endað verður við master-ritgerð.
Nakað av samskiftinum fer fram á enskum og skandinaviskum máli, eisini uppgávuskriving.
Kravið um at vera til staðar á lærustovninum er størri enn undir vanligum universitetslestri.
Í fyrstu lestrarhálvu verður dentur lagdur á ástøði og metodu innan politikk og samfelagsplanlegging. Ein týdningarmikil partur av hesi lestrarhálvuni er arbeiðið í einum fakligum praksisfelagsskapi, har tann lesandi saman við øðrum lesandi arbeiðir við ávísari granskingarverkætlan.
Í aðru lestrarhálvu verður farið á útlendskt universitet, har tann lesandi lesur útvald fak innan sítt serøki.
Í triðju lestrarhálvu fer tann lesandi í praksislæru. Hetta merkir, at grundað á avtalu millum tann lesandi og ein stovn ella virki, arbeiðir tann lesandi eina fakliga viðkomandi uppgávu, samstundis sum hann ella hon eisini luttekur í seminarvirksemi á Setrinum. Ein minni partur av lestrarhálvuni er hartil ein ástøðilig og metodisk fyrireiking til masterritgerðina.
Í fjórðu lestrarhálvu er sjálvt arbeiðið við masterritgerðini, við tilhoyrandi vegleiðing.
Nógv av samskiftinum fer fram á enskum og skandinaviskum máli, eisini uppgávuskriving.
Kravið um at vera til staðar á stovninum er hægri enn undir vanligum universitetslesnað.
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva | 4. lestrarhálva |
Metodologi I 10 ECTS |
Praksislæra/phronetikum 25 ECTS |
||
Fakskeið 10 ECTS |
Uppihald á útlendskum universiteti | Metodologi II | Masterritgerð |
Masterlæruverkætlan |
Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.
Endurpróvtøka og sjúkrapróvtøkur verða fyriskipaðar eftir reglugerðum setursins, ella eftir avtalu við undirvísingarleiðaran.
Próvtøkurnar kunnu vera skrivligar uppgávur við ella uttan munnligari verju. Eisini kunnu próvtøkur vera munnligar. Masterritgerðin verður vard munnliga.
Til at verða upptikin krevst lokið Bachelor prógv í søgu ella samfelagsvísindi.
Lesandi við øðrum førleikum, tó í minsta lagi bachelorstigi, kunnu eisini søkja um upptøku.
Master í politikki og umsiting gevur førleika til at kunna starvast við leiðandi og greinandi uppgávum innan bæði privata, almenna og sjálvbodna geiran.
Harumframt kann próvtakarin átaka sær miðlan av gransking og av granskingargrundaðari vitan, umframt kjakast um hesi viðurskifti við fakfelagar, eins væl og við ikki-serfrøðingar. Hann ella hon kann átaka sær greiningaruppgávur vegna privatar, almennar ella sjálvbodnar stovnar, her undir at finna væl grundaðar loysnir á kompleksar samfelagsligar avbjóðingar.
Master í politikki og umsiting gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-lestur.
Tú kanst venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo ella til Eriku Anne Hayfield, útbúgvingarleiðara, erikah@setur.fo, tlf. 292597.
Les meiri her.
Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.