Gastronomhjálpari og Gastronom
Ein gastronomur arbeiðir við at gera mat. Undir útbúgvingini lærir tú um góðar rávørur, at gera til og borðreiða matin og harafturat at velja hóskandi drykkjuvørur.
Ein stórur partur av arbeiðinum fevnir um at seta eina máltíð saman, so tað verður ein góð uppliving hjá kundanum. Sum kokkur lærir tú eisini nógv um innkeyp og kundatænastu. Tú lærir gjølla teir ymsu mátarnar at gera til og seta rávørur saman.
Somuleiðis lærir tú at seta saman eina matskrá og um heilsu og reinføri.
Útbúgvingin til gastronomhjálpara tekur 1½ ár og útbúgvingin til gastronom tekur 3 ár og 7 mðr.
Filmur um gastronom útbúgvingina er her.
Um útbúgvingina
Tú fært vitan og førleikar innan hesi øki:
- matframleiðslu í køkum, sjálvtøkumatstovum, kantinum, kaffistovum, hotel og restauratiónum og fyritøkum, ið bera mat út,
- nýta rávørur, tilgerðarhættir, arbeiðshættir, amboð og útgerð í mun til ávísa uppgávu,
- taka atlit at umhvørvi og trygd, tilfeingisnýtslu, tilrættalegging av arbeiði, samskipan og samstarvi.
Førleikarnir, ið tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum gastronom eru, at:
- meta um rávørur
- brúka rættar rávørur, tilfar, arbeiðshættir, amboð og útgerð í sambandi við ávísa givna uppgávu
- gera arbeiðið við atliti at reinføri, umhvørvi, arbeiðsumhvørvi, trygd á arbeiðsplássinum, tíð, búskapi og góðsku
- matgera skundverðar, heitar, flógvar og kaldar rættir við røttum grundleggjandi tilgerðarhættum og í samsvari við reglur um reinføri og innaneftirlitsskipanina hjá virkinum, í sambandi við borðreiðing á sjálvtøkumatstovum, kantinum, kafeterium, hotellum, matstovum og fyritøkum, ið bera mat út
- leggja til rættis, matgera og borðreiða matskráir við atliti at føðsluvirði í matinum og gera føðsluútrokningar sambært galdandi lóggávu
- laga seg til arbeiðið og samstarvið í køkinum innan tey vanligastu sløgini av handilsvirkjum og fylgja menningini av teimum
- arbeiða í toymum og virka við í menningini av arbeiðinum
- vísa skapandi evni, hug og evni at læra nýtt og taka ábyrgd
- vera smidligur og luttaka í samstarvi við starvsfelagar, viðskiftafólk og aðrar áhugabólkar
- málbera seg munnliga, meta um og skilja hugskot og sjónarmið
- sjálvstøðugt ella sum partur av toymi at greina og loysa fakligar avbjóðingar
- sum grundarlag fyri lívslanga læru, at ásanna egnu styrki og veikleikar í sambandi við læring og motivatión
- at tæna viðskiftafólki hjá fyritøkuni við atliti at tjóðskapi
- taka samábyrgd fyri, at gestirnir kenna seg vælkomnar og fáa eina góða uppliving
- tæna og greiða gestum frá matskráum og matmentanum og nýta vanligar yrkistekstir á enskum, sum yrkisliga eru viðkomandi
- gera sær greitt, hvønn týdning arbeiðið og fyriskipanarliga staðið hjá hvørjum einstøkum starvsfólki hevur fyri dagliga raksturin hjá fyritøkuni, innovatión og lønsemi, umframt at virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi
- avgera, lýsa, keypa inn, góðskumeta umframt at seta rávørur og hálvvirkaðar vørur á rætta staðið
- fyrireika, matgera og borðreiða tað, sum køkurin grundleggjandi hevur á matskránni
- sjálvstøðugt við byrjandi royndum at seta saman og matgera veitsluskráir, rokna vørunýtslu og gera kalkulatiónir
- við byrjandi skapandi evnum at seta saman, gera uppskrift og matgera ymsar rættir av matvørum, sum knýttar eru at árstíðunum
- arbeiða við bæði a la cartebíleggingum og veitslubíleggingum.
Skipan av útbúgvingini
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Tey, sum læra til gastronom lesa saman við gastronomatstøðarar, føðsluatstøðarar og føðsluhjálparar.
Skúlagongdin til 1. og 2. skúlaskeið fer fram á Tekniska skúla í Klaksvík, og restin verður tikið í Danmark.
Allir næmingar innan matvøruøkið á TSK (Tekniska skúla í Klaksvík) byrja sostatt fyrsta skúlaskeið saman í august og enda við próvtøku seinast í januar.
– Tey, ið vilja í læru, leita sær sjálvi eftir læruplássi.
Skúlagongdin til gastronomútbúgvingina er til samans 57 vikur og verður skipað soleiðis:
- 1. skúlaskeið er 20 vikur
- 2. skúlaskeið er 20 vikur, harav 10 tær fyrstu vikurnar eru starvsvenjing
- Fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið bert 10 vikur skúlagongd
- 3. skúlaskeið er 10 vikur
- 4. skúlaskeið og sveinaroynd er 7 vikur.
Tú hevur umframt 2 almennar lærugreinar, føroyskt (E-stig) og náttúrufak (F-stig), hesar yrkislærugreinirnar:
1. skúlaskeið
- Fyrstahjálp og brand
- reinføri
- kunningartøkni
- umhvørvi
- kostur og orka og føðsla
- vørukunnleiki
- grundtilgerð
- kundatænasta
- matmentan og kundatænasta
- sensorik og góðska
- framleiðsluætlan
- borðreiðing
- máltíðin
2. skúlaskeið
- læring, samskifti og samstarv
- søla og tænasta
- føðslulæra 1
- køksstarvsvenjing
- framleiðslureinføri
- rokning og kalkulatión
- vørukunnleiki 1
- valfak sambært námskipan
3. og 4. skúlaskeið
- Íverksetan og innovatión
- arbeiðsumhvørvi
- náttúrufak í sambandi við framleiðslu
- vørukunnleiki 2
- vertsskapur og heildarfatan
- yrkisrelaterað enskt
- gastronomisk innovation
- vørumenning, framleiðsla og tænasta
- føroysk–fransk menulæra
- tilrættalegging og framleiðsla
- verkligt arbeiði í køkinum
- valfak sambært námskipan
Til ber eisini at enda útbúgvingina sum gastronmhjálpara, sum tekur 1½ ár.
Útbúgvingartíðin til gastronomhjálparaútbúgving er 78 vikur, ið er fyrsti partur av endaligu útbúgvingini til gastronom. 1. skúlaskeið, sum er 20 vikur og 2. skúlaskeið, sum er 20 vikur, lutað sundur í 10 vikur starvsvenjing og 10 vikur skúlagongd.
Fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið bert 10 vikur skúlagongd. Verkliga læran til gastronomhjálparaútbúgvingina er 38 vikur og er skipað sum yrkisútbúgving við lærusáttmála, av hesum eru 2 vikur eftirmeting í skúlanum.
Við útbúgving innan gastronomi er tað umráðandi, at tú:
● kanst varðveita yvirlitið – eisini tá nógv er at gera
● ert handaligur og ert hugaður at brúka hendurnar
● hevur skil fyri reinføri
● kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
● ert hugaður at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir
● hevur tænastusinni
● ert skapandi.
Upptøkutreytir
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Starvsmøguleikar
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða á matstovum, í sjálvtøkumatstovum, kaffistovum o.a. Innan ídnaðarframleiðslu eru eisini størv til gastronomútbúgvin.
Framhaldandi útbúgving
Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.
Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið.
Meiri kunning
Vegleiðingar til lærlingar um yrkisútbúgvingar eru her.
Vegleiðingar til læruplássið um yrkisútbúgvingar til eru her.
Yrkisdepilin
TSK (Tekniski skúlin í Klaksvík)