Melda til her
Lestrartíð:

6 mðr.

Skúlabyrjan:

2. september

Tal av upptiknum næmingum:

12-25

Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarkostnaður:

23.700, íroknað vistarhald, tilfar og námsferðir. Til ber at gjalda í 6 umførum á kr. 3.950

Fólkaháskúlaskeið

Fólkaháskúlaskeiðið er eitt vistarskeið, har næmingarnir búgva, eta og virka saman á háskúlanum í 6 mðr. Næmingatalið er sum ein lítil skúlaflokkur, og næmingarnir koma bæði úr Føroyum og hinum norðurlondum.​

Lærugreinarnar eru serliga innan list, m.a. foto, dans, skapandi skriving, leiklist, málningalist, tekning, keramikk og handverkslist. Ein dag um vikuna kanst tú fordjúpa teg í annaðhvørt myndlist- og handverki ella orð- og leiklist. Næmingarnir hava altíð atgongd til verksmiðjuhølini undir ábyrgd. 

Eisini eru túrar, námsferðir og ein rúgva av felagstiltøkum á skránni.

Føroya Fólkaháskúli er ein royk- og rúsfríur skúli. Væntað verður, at tú møtir stundisliga til alt, sum er á skránni.

Undirvísing

Yrkadagar verður undirvíst kl. 10 - kl. 13 og kl. 14- kl. 17. Tiltøk eru onkuntíð eisini seinni á kvøldi og í vikuskiftunum t.d. útferðir. Námsferðirnar kunnu vara 1-3 dagar.

Máltíðir

Yrkadagar er morgunmatur kl 9.30. Áðrenn morgunmatin er felags morgunrørsla. Heitur døgurði er kl. 13. Nátturðin er kl.17.30. Næmingarnir hava atgongd til felags tekøk á kvøldi.

Tey vikuskifti skúlin er opin, eru 2 máltíðir: Morgunmatur kl. 10  og nátturði kl.18. Føst næmingahold gera klárt til morgunmat fastar vikumorgnar kl. 9. Føst næmingahold rudda og vaska upp føst vikukvøld eftir nátturða. Í vikuskiftunum, matgera næmingarnir saman við vakthavandi starvsfólki.

Einaferð um mánaðin, er skúlin stongdur og næmingarnir fara heim.

At hava við, tá tú kemur á skúlan

  • Egin seingjarklæði.
  • Handklæði, ítróttarklæðir og svimjiklæðir.
  • Soviposa og kanska undirlag.
  • Gummistivlar og góð heit klæði, ið hóska til føroyska veður- og landslagið.
  • Eitt ljóðføri, um tú spælir tónleik
  • Myndatól (ella bara fartelefon)

Upptøkutreytir

Tú skalt vera fylt/ur 16, tá ið farið verður undir skeiðið.

Tilmelding fer fram umvegis haskulin.fo. Síðani verður tú boðin til eina samrøðu, so til ber at síggja skúlan, at seta spurningar og fáa kunning um ymisk viðurskifti.​​

Framtíðarmøguleikar

Endamálið hjá Føroya Fólkaháskúla er ikki at verða próvgevandi, men persónliga mennandi.

Fyrrverandi næmingur skrivar soleiðis:

”Sum so mong onnur ungfólk var eg skúlatroyttur aftan á 10 ára skúlagongd í fólkaskúlanum og tímdi ikki ein tíma aftrat á skúlabeinki. Aftaná at hava pakkað fiskafingrar á Bacalao í eitt hálvt ár, hevði eg fingið nóg mikið og valdi ístaðin at fara á háskúla. Tað havi eg ongantíð angrað.

Satt at siga, so var háskúlin ein uppliving av teimum stóru, og eg haldi so avgjørt, at tíðin á háskúla­num hevur viðvirkað til, at eg eri tann, eg eri í dag. Tað ljóðar kanska eitt sindur uppreklamerað, men eg haldi veruliga, at teir karmarnir og tann øðrvísi tilgongdin til lærdóm, sum eg fekk á háskúlanum, gjørdi, at eg fór at hugsa øðrvísi um samfelagið, mentan og øðrvísi hugsanarhátt.

Eg knýtti vinabond við fólk úr øllum landinum og úr øllum samfelagsløgum. Vit vóru útferðir bæði her heima og uttanlands og fingu góða undirvísing frá kreativum lærarum í kreativum lærugreinum, sum pláss ikki var fyri á praktiska pensumlistanum í fólkaskúlanum. Heimsspeki við Róa Paturssyni, drama, foto og mangt annað.

Millum bestu upplivingarnar var túrurin á Kalsoynni og gongutúrurin úr Mikladali til Trøllanes. Og ikki at gloyma seinu løturnar í køkinum við einum temunni og kjaki um lívsins stóru spurningar“.

Heini Gaard, tíðindamaður KVF.

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Fólkaháskúlan, haskulin@haskulin.fo og +298 311743.

Les meiri her.

Føroya Fólkaháskúli

Melda til her
Lestrartíð:

6 mðr.

Skúlabyrjan:

2. september

Tal av upptiknum næmingum:

12-25

Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarkostnaður:

23.700, íroknað vistarhald, tilfar og námsferðir. Til ber at gjalda í 6 umførum á kr. 3.950