Her eru góð ráð, sum kunnu hjálpa tær til eina miðvísari og lagaligari tilgongd.
Ofta endar tú eina útbúgving við sveinaroynd, verkætlan ella serritgerð. Arbeiðið ørkymlar nógv við ótta og strongdarkenslu, og tað kann vera trupult at fáa tamarhald á øllum.
Nógv koma skjótt í ta støðu, at tey sita einsamøll og arbeiða seg alt longur í evnið. Arbeiðið gerst alt meir óskipað og ógreitt, meðan ráðaloysið økist.
Fyrst og fremst skalt tú hugsa, at arbeiðið at gera eina sveinaroynd ella skriva serritgerð er ein lærdómur í sjálvum sær, og at tú eisini í arbeiðslívinum fert at sanna, hvussu tú røkkur einum máli. Tú lærir eisini, hvussu tú persónliga arbeiðir teg burtur úr ráðaloysi og vantandi yvirliti.
Fólk flest eru ótrygg tá tey ikki hava yvirlit yvir um tey megna at liva upp til krøvini, so tað er serliga umráðandi at skilja, at fólk flest hava havt tað sum tú. Nógv kunnu fáa skriviótta og forðingar í løtum, heilt einfalt tí at tey ofta halda arbeiðið vera torskildari og ógjørligari, enn tað er. Sum oftast tí at tey ikki byrja rætt, og tí at ov nógv hongur í leysum lofti ov leingi.
Hin trupulleikin kann vera, at tíðin, arbeiðið krevur, verður undirmett. Fólk hava lyndi at snúgva sær undan, og alt annað verður meir áhugavert og týdningarmeiri enn at fáa arbeiðið frá hondini, og so fer tíðin.
Tað hevur stóran týdning, at tú fert undir arbeiðið og skrivingina. Nógv byrja við at lesa eina rúgvu og at skriva viðmerkingar til tað, tey hava lisið. Tað er í lagi at byrja við at lesa og at fyrireika seg, men so er eisini neyðugt at seta sær fyri, nær skrivingin og arbeiðið skal byrja. Ofta verður tekstur skrivaður og skipaður aftur og aftur. Tað hevur týdning at skriva so við, meðan tú lesur, ikki minst fyri at fáa gullkornini við.
Byrja væl og rætt. Nógv brúka tíðina skeivt í byrjanini og missa yvirlitið. Arbeið fyrst saman við vegleiðaranum, so uppgávuorðingin er greið, og eisini áhugaverd hjá tær. Hvat er tað, sum skal gerast, og hvussu kann tilgongdin vera. Fá greiðu á, hvat hevur tín áhuga, hvussu er við keldum, tilfari o.ø., og hvussu skal verkætlanin verða skipað fyri at svara uppgávuni. Tosa nógv við vegleiðaran, so at tú kanst taka greiða støðu.
Ger tær eina yvirlitsætlan ella dispositión so tíðliga í tilgongdini. Tú kanst altíð snikka hana til so hvørt, tú veitst betur. Set tær spurningin "Hvat ætlar tú tær at siga, ella hvat kundi tú hugsað tær stendur eftir?” Ætlanin hjálpir tær at fata høvuðstáttin og fylgja honum ígjøgnum alt arbeiðið. Eisini hjálpir ætlanin tær at fáa skil á, hvørjar bøkur, hvørjar kanningar og hvat tilfar, tú skalt brúka.
Halt teg til kjarnuna. Í tilgondini sært tú ymiskt áhugavert, og so kann tað henda at tú fert av leið. Orkan verður brúkt skeivt og høvuðstátturin kámast. Mark er sett á, fyri at tú eisini skalt duga at avmarka teg og savna teg um uppgávuna.
Brúka vegleiðaran nógv, tá ið tú fert undir arbeiðið. Brúka vegleiðaran, tá tú gert uppgávuorðingina og yvirlitsætlanina, og fá greiðu á, hvørjar bøkur, kanningar og hvat tilfar tú ætlar at brúka. Brúka eisini vegleiðaran, tá ið tú steðgar upp. Vegleiðarin kennir arbeiðið og evnið og veit, at fólk aloftast missa yvirlitið í tilgongdini og hava tørv á hjálp - vegleiðarin hevur roynt tað áður.
Hav samband við vegleiðaran í tilgongdini og kanna, hvørt tú ert á rættari leið ella ei. Ver opin og erlig/ur um støðuna. Vegleiðarin er settur at vegleiða teg, so hugsa ikki, at tú órógvar. Spyr so hvørt, heldur enn at brúka nógva tíð og orku til arbeiðið, sum er farið av kós. Tá kann vera trupult hjá einum vegleiðara at fáa beint teg og arbeiðið aftur á rætta kós.
Tað er skilagott at biðja onkran, sum einki veit um evnið frammanundan um, at hyggja eftir sveinaroyndini, ella at lesa serritgerðina. Best er, um tað er onkur, sum tú veitst ikki leggur fingrarnar ímillum og er bersøgin. Flestu okkara hava lyndi til at halda kortini tætt inn at okkum og lata ikki onnur síggja okkara avrik, kanska tí vit ikki vilja verða kritiserað, og tí vit ivast í, um okkara arbeiði er gott ella minni gott. Einaferð skal tað jú prógva sítt virði, so hví ikki lata onnur lesa og gera viðmerkingar so hvørt, so arbeiðið kann gerast uppaftur betri. Fólk, sum lítið og einki vita um evnið frammanundan, duga ofta væl at síggja, tá ið okkurt er ógreitt ella undirskilt og duga væl at seta spurningar og vísa á ógreiðar orðingar.
Tað er vanligt at gerast máttleysur og at kenna seg ódugnaligan í tilgongdini, men tá er at halda fast. Tað, onnur hava gjørt, klárar tú eisini.
Arbeið støðugt framá. Viðhvørt kemur nógv frá hondini, og viðhvørt kennist tað, sum fæst einki burturúr.
Royn at seta tær lutmál fyri og ger so okkurt, tær dámar serliga væl at gera aftaná, mál eru rokkin.
Hugsa tær, tá ið tú letur arbeiðið frá tær, kensluna at hava megnað tað, frælsið at kunna gera tað, tú hevur hug til og at arbeiðið er liðugt.
Kelda: www.ug.dk og www.les.fo.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum