Umsóknarblað
Lestrartíð:

2 ár

Umsóknarfreist:

Óvist, men til ber væntandi aftur at søkja hesa útbúgving 1. mars 2026

Tal av upptiknum næmingum:

Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum

Stakgreinar: 600 DKK/ECTS

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn

Embætisprógv í lóg

Master of Legal Practise
Master of Legal Practise

Endamál

Endamálið er at geva tí lesandi førleikar á høgum stigi í løgfrøði. Tey útbúnu væntast at fata og kunna greina lóg og løgfrøði við atliti at serføroyskum rættarevnum og lóg í smáum løgdømum. Við hesum verður eisini siðbundna 5 ára løgfrøðiútbúgvingin boðin út í Føroyum. Hetta er útbúgvingin, sum samsvarandi rættargangslógini fyri Føroyar er kravd fyri at virka sum eitt nú dómari, advokatur og ákæri í Føroyum og Danmark.

Bygnaður og skipan av útbúgvingini

Tær fýra lestrarhálvurnar verða skipaðar so:

Fyrsta lestrarhálva: Hesi tvey skeið eru kravskeið: Skattarættur og Lóggávulæra. Síðan mugu lesandi velja eitt valskeið frá einum lista av valskeiðum.

Onnur lestrarhálva: Hesi tvey skeið eru kravskeið: ES-rættur og Altjóða privatrættur. Lesandi velja síðan eitt valskeið.

Triðja lestrarhálva: Hesi tvey skeið eru kravskeið: Meining og læra og 1. partur av Emb.L. ritgerðini. Eitt skeið er valskeið.

Fjórða lestrarhálva: Hesi tvey skeið eru kravskeið: Føroyskur stjórnarskipanarrættur II og 2. partur av 2 pørtum av Emb.L. ritgerðini. Eitt skeið er valskeið.

Emb.L. ritgerðin: Ritgerðin telur 20 ECTS og verður latin inn í tveimum innlatingum - fyrri partur móti endanum á triðju lestrarhálvu og seinni partur í endanum á fjórðu lestrarhálvu.

Innihald

Skeiðini á útbúgvingini verða skipað í tríggjar bólkar: (1) dogmatisk almennrættarlig skeið, (2) dogmatisk privatrættarlig skeið og (3) háttalagslig skeið. Seinasti parturin stendur í eini Emb.L. ritgerð, sum tann lesandi sjálv/ur velur.

Dogmatisk skeið snúgva seg um gjøgnumgongd av lóg og rættarkeldum á ávísum evnisligum øki, tulkan og brúki teirra. Flestu dogmatisku skeið taka støði í føroyskari lóg ella lóg í grannalondunum. Hesi kunnu sum nevnt antin vera almennrættarlig, sum Fiskiveiðurrættur, ella privatrættarlig, sum Fíggjarrættur.

Háttalagskeið miðja móti almennari fatan av løgfrøðini, herundir lýsing av ymiskum ástøðiligum rákum. Dømi eru Úrskurðir og læra og Lóggávulæra.

Útbúgvingin leggur stóran dent á at menna eina føroyska tilvitsku um lóg og løgfrøði, herundir at menna føroyskt sum løgfrøðimál. Undirvísingin er tískil á føroyskum máli sum høvuðsregla. Kortini kann koma fyri, at undirvíst verður á donskum-skandinaviskum máli. Hartil er krav, at minst eitt skeið á 10 ECTS verður undirvíst á enskum. ES-rættur og Altjóða privatrættur eru dømi um skeið, har annað teirra, ella bæði, fara at verða undirvíst á enskum máli.

Upptøka og upptøkutreytir

Upptøka til Emb.L. er annað hvørt ár, fyrstu ferð 2022. Upptøka er hvørja ferð avmarkað til 20 lesandi. Lesandi við føroyskum bachelorprógvi (B.L. prógvi) hava framíhjárætt og verða upptikin treytað av, at tey hava staðið føroysku B.L. útbúgvingina.

Upptøka á Emb.L. hevur sum fortreyt bachelorútbúgving í lóg. Eisini umsøkjarar við bachelorprógvi av øðrum lærustovnum í danska ríkinum enn Fróðskaparsetrinum fáa atgongd. Fortreyt er, at umsøkjarin hevur heilt góðan kunnleika til føroyskt mál og góðan kunnleika til enskt og danskt mál. Umsøkjarar við bachelor frá øðrum lærustovni enn Fróðskaparsetrinum mugu viðleggja avrit av prógvi, har próvtøl verða útgreinað. Eisini mugu slíkir umsøkjarar skriva sokallaða motiveraða umsókn – t.e. skjal, ið greiðir frá, hví umsøkjarin ætlar at verða upptikin á Emb.L. útbúgvingina – á maks 2 síður. Slíkir umsøkjarar skulu harnæst møta til upptøkuroynd og kunnu hartil vænta at verða bodnir til samrøðu. Upptøka verður grundað á bachelorprógv og upptøkuroynd og, um mett neyðugt, samrøðu. Endamálið við hesi tilgongd er at bjóða teimum umsøkjarum pláss, sum hava nøktandi førleikar og sannlíkt kunnu gjøgnumføra Emb.L. til ásetta tíð.  

Tá Emb.L. prógv er skjal, ið prógvar, at tann útbúni hevur gjøgnumført eina føroyska løgfrøðiútbúgving, og tá lesnaðurin hevur sum fortreyt, at umsøkjarin hevur eitt ávíst grundarlag, sum aðrir umsøkjarar hava fingið umvegis B.L. útbúgvingina, kann verða sett fremmandum umsøkjarum serstøk krøv til førleikar sum fortrteyt fyri at standa Emb.L. útbúgvingina. Hetta kann verða gjørt á ymiskan hátt, so sum at krevja ávís skeið í staðin fyri valskeið á Emb.L. Slík krøv verður mett um ítøkiliga, alt eftir innihaldinum í viðkomandi bachelorprógvi. Krøvini verða kunngjørd umsøkjarum samstundis, sum boð verða givin um upptøku, men krøvini noyðast ikki at verða lokin áðrenn upptøku (ein ætlan fyri, hvussu krøvini skulu lúkast kann eisini verða sett inn í læruavtaluna, sum er umrødd niðanfyri).

Til ber ikki at lesa niðursetta tíð. Lesandi væntast at fullføra lesnaðin innan 2 ár. Øll lesandi, ið fáa tilboð um upptøku, skulu undirskriva læruavtalu, líknandi sum er kravt í sambandi við upptøku til B.L. lesnað.

Til ber at søkja um upptøku her.

Upptøkuroyndin er saman við umsøkjarum til MA í lóg og verður hildin mikudag 29. juni kl 10-14 á veghædd á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncksgøta 25, 100 Tórshavn. Les nærri um upptøkuroyndina her.

Umsøkjarar, ið verða mettir at eiga at koma til samrøðu, mugu hava mánadagin 4. juli tøkan og fáa boð um nærri tíð beint eftir, at umsóknarfreistin er úti.

Framtíðarmøguleikar

Úbúgvin kunnu eitt nú taka við størvum sum advokatur, dómari ella ákæri og sum almenn tænastufólk ella ráðgevar í privatum fyritøkum, har hægri løgfrøðilig útbúgving er kravd.

Framhaldandi útbúgving

Løgfrøðingar, sum hava staðið seg væl á hesi útbúgving, kunnu fara undir PhD lesnað í lóg ella samsvarandi.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til útbúgvingarleiðaran, Bárð Larsen, á 292598.

Valskeið á øllum lestrarhálvum kunnu væntast broytt ella endurskoðað seinni.

 

Umsóknarblað
Lestrartíð:

2 ár

Umsóknarfreist:

Óvist, men til ber væntandi aftur at søkja hesa útbúgving 1. mars 2026

Tal av upptiknum næmingum:

Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum

Stakgreinar: 600 DKK/ECTS

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn