1 ½ ár
August
1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2023
Endamálið við útbúgvingini er at fáa førleikar at byrja, reka og veksa um nýtt virki ella virksemi hjá verandi virki tvørtur um faklig mørk. Tú lærir at halda skil á allari tilgongdini, frá hugskoti til menning og útinnan.
Ein partur av útbúgvingini eru tríggir mánaðir í starvslæru, har tú kanst velja, um tú fert í starvslæru hjá eini fyritøku, ella í egnum virki, í Føroyum ella uttanlands.
Útbúgvingin hevur eisini fokus á altjóða viðurskifti. Tað ber til at fara uttanlands í starvslæru.
Høvuðsevnini eru:
Lærugreinar | 1. lestrarár | 2. lestrarár |
---|---|---|
Innovatión | 10 ECTS | |
Íverksetan | 10 ECTS | |
Virkismenning | 10 ECTS | |
Leiðsla | 10 ECTS | |
Valfrí útúgvignarevni | 20 ECTS | |
Starvslæra | 15 ECTS | |
Bachelor verkætlan | 15 ECTS |
Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina í Innovatión og íverksetan krevst, at umsøkjarin hevur lokið:
Ein professiónsbachelor kann halda fram á fleiri ymsum kandidat- og master útbúgvingum bæði í Føroyum, Danmark og uttanlands.
Glasir samstarvar við CPH Business í Keypmannahavn í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark hevur heitið "Innovation og Entrepreneurship". Fyri tann lesandi merkir hetta fyrst og fremst, at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar, og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.
Eftir lokna útbúgving kanst tú m.a. starvast sum:
• Virkiseigari
• Verkætlanarleiðari
• Innovatións samskipari
• Menningar samskipari
Til ber at lesa meiri um útbúgvingina við at lesa námsætlanina her.
Les um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Glasi her.
Glasir