2½-4 ár 9 mðr.
Læruplássið ásetir freistina
Ein maskinsnikkari framleiðir innbúgv, gólv og hurðar. Á skúlanum lærir tú at slípa, hølva og fresa við maskinum. Harafturat lærir tú um ymiskt tilfar, ið skal brúkast.
Ein stórur partur av arbeiðinum er at leggja ætlanir og rigga maskinur og tilfar til soleiðis, at klárt er at framleiða. Í arbeiðinum skalt tú røkja maskinurnar og harafturat kenna nýggjastu mannagongdirnar.
Útbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um tilfar og maskinur, sum verða brúkt í arbeiðinum, eisini hvussu ein forritar og handfer framkomna tøkni.
Tú kanst enda útbúgvingina sum:
Maskinsnikkarin hevur við sínari sergrein kunnleika til øll framleiðslustigini og nýggjastu teldustýrdu tøknina og vørumenning.
Framleiðslatstøðingurin innan hurðar og vindeygu lærir at arbeiða við maskinum til hetta endamálið, eins og framleiðsluatstøðingurin innan innbúgv lærir at brúka maskinur til tað endamálið.
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.
Frálæran fevnir m.a. um tilfarsfatan, ídnaðar- og handverksframleiðslu, støddfrøði, lím- og finértøkni.
Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. KT, framleiðslumenning, framleiðslu og tænastu, umframt skap og litir.
Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur maskinsnikkari. Bæði maskinsnikkarar og framleiðsluatstøðingar fáa starv á stórum framleiðslufyritøkum og á verkstøðum.
Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.
Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.
Tú hevur til hesar vinnuakademiútbúgvingar:
Eisini hevur tú atgongd til professións úbúgvingina:
Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.
Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.
Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.
Yrkisútbúgvingin til maskinsnikkara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Framleiðsluatstøðingur innan hurðar og vindeygu og framleiðsluatstøðingur innan innbúgv er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.
Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo