2 ár
august
15. mars
Útbúgvingin til námsfrøðiligan hjálpara hevur til endamáls at geva næminginum yrkisførleika at røkja námsfrøðiligar og umsorganaruppgávur á dagstovna-, skúla- og almannaøkinum.
Útbúgvingin skal geva næminginum grundleggjandi námsfrøðiligar førleikar til sjálvstøðugt og umsorganarfult at røkja og leggja til rættis mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.
Útbúgvingin gevur næminginum almennan lestrarførleika, ið er grundarlag undir víðari útbúgving. Mennir innlit næmingsins um samfelagsviðurskifti, eisini í yrkisligum høpi, og gevur næminginum møguleika at menna sínar persónligu førleikar, samstarvsevni og læringarførleikar.
Ástøðiligi parturin íroknað próvtøku er 44 vikur, undirvísing á skúlanum.
Til at verða upptikin krevst:
Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjara við støði í heildarmeting av, um umsøkjarin er førur fyri, á nøktandi hátt, at lúka krøvini í útbúgvingini.
Í námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku í 3 lærugreinum. Einstaki næmingurin skal til munnliga próvtøku í verkætlan og munnliga próvtøka í einari yrkislærugrein. Harumframt munnlig ella skrivlig próvtøka í føroyskum ella munnlig próvtøku í enskum ella samfelagslæru.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum innan dagstovna- skúla og almannaøkið.
Sum námsfrøðihjálpari kanst tú taka víðari útbúgving sum námsfrøðingur.
Viðvíkjandi krøvum til upptøku til námsfrøðing í Føroyum hygg her.