3½ ár
august
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2021
Umleið 20
Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi vitan um og praktiskar førleikar innan burðardygga orkuveiting, burðardygga orkunýtslu og um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri umhvørvi og samfelag.
Útbúgvingin er ein verkfrøðiútbúgving, ið gevur førleikar innan náttúruvísindi og elfrøði, umframt at tað verður arbeitt við at skilja og loysa avbjóðingar á orkuøkinum.
Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu. Ein serstøk avbjóðing fyri eitt oyggjasamfelag er, at samband ikki er til aðrar orkuveitarar ígjøgnum eitt felags veitingarnet. Tí er týdningarmikið at fáa eina burðadygga lokala loysn, so samfelagið verður minni heft av innfluttari olju.
Útbúgvingin gevur vitan um burðardygga orkuveiting og orkunýtslu og um jaliga týdningin, ið hetta hevur fyri umhvørvi og samfelag. Spurningar innan orku, ið verða viðgjørdir, eru t.d.: Hvussu minka vit um ta orku, vit brúka, við bjálving ella endurvinning? Á hvønn hátt nøkta vit tann lutfalsliga vaksandi el-orkutørvin? Hvaðan skal orkan koma, og hvussu kann hon goymast?
Tey lesandi koma eisini í starvsvenjing hjá fyritøkum og stovnum í Føroyum ella uttanlands í ½ ár. Hetta er fyri at tryggja, at tey lesandi eru klár til arbeiðsmarknaðin eftir BSc lesnaðin.
Útbúgvingin endar við eini verkætlan, har tú fært høvi til at seta teg serliga væl inn í eitt evni, ið útbúgvingin fevnir um. Fróðskaparsetrið og aðrir stovnar og fyritøkur hava hópin av tilfari til tín at kanna og viðgera í verkætlanini.
Útbúgvingin er uppbygd á henda hátt:
1. |
2. |
3. |
4. |
5. |
6. |
7. lestrarhálva |
Støddfrøði 1 10 ECTS |
Støddfrøði 1 10 ECTS |
Termo-dynamikkur 5 ECTS |
Støddfrøði 2 5 ECTS |
Orka og 7,5 ECTS |
Bygnings 7,5 ECTS |
Starvsvenjing 15 ECTS |
Mekanikkur 7,5 ECTS |
Elektro- 7,5 ECTS |
Innleiðandi elfrøði 5 ECTS |
Stýriverkfrøði 5 ECTS |
Vindorka 7,5 ECTS |
Stýring í verki 5 ECTS |
Bachelor verkætlan 15 ECTS |
Innleiðandi 7,5 ECTS |
Varandi orka 7,5 ECTS |
Dálking frá elframleiðslu 7,5 ECTS |
Elektriskar maskinur 5 ECTS |
Effekt- 5 ECTS |
Innleiðsla til starvsvenjing 2,5 ECTS |
|
Líkindaástøði 5 ECTS |
Hagfrøði 5 ECTS |
Evnafrøði 5 ECTS |
Streymrásfrøði 7,5 ECTS |
Elveiting 5 ECTS |
Starvsvenjing 15 ECTS |
|
|
|
KT-verkætlan 7,5 ECTS |
Jarðhiti og hitapumpur 7,5 ECTS |
Forritan 5 ECTS |
|
|
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.
Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.
Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv við:
Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastigi góðtakast eftir nærri meting.
Undirvísingin fer fram á tilfar á føroyskum, donskum og enskum. Vit vænta tí at tey lesandi hava nøktandi førleika á hesum málum.
Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.
B.Sc. í orkuverksfrøði hevur tú grundarlag fyri framhaldandi lestur á master- ella kandidatstigi uttanlands.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Toke Meier Carlsen, útbúgvingarleiðara, tokemc@setur.fo, 298 292566.
Les meiri her.