1½ ár
August
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Umleið 10
Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS
Endamálið við útbúgvingini er m.a. at útbúgva tey lesandi í at vera lærarar í miðnámsskúlum.
Hjánám í søgu eigur at geva teimum lesandi vitan og innlit í føroyska og alheims søgu og søguvísindalig háttaløg.
Hjánámið er sett saman av skeiðum í føroyskari søgu og heimssøgu, bæði eldri og yngri søgu. Í tí háttalagsliga partinum fært tú skeið í søguvísindaligum háttaløgum.
Hjánám í søgu krevur 60 ECTS á bachelorstigi og 30 ECTS á masterstigi. Um høvuðsgreinin ikki er samfelagslig ella hugvísindalig, má studenturin harumframt taka vísindaástøði og háttalag (10 ECTS).
Serritgerðin verður skrivað í høvuðsgreinini.
Tað eru fimm kravd skeiðini og eitt valfrítt skeið.
Samfelagslig ella hugvísindalig høvuðsgrein (10 ECTS) | Ikki samfelagslig ella hugvísindalig høvuðsgrein (10 ECTS) |
Grundskeið í søguvísindaligum háttaløgum (10 ECTS) | Grundskeið í søguvísindaligum háttaløgum (10 ECTS) |
Føroyska nútíðarsøga (10 ECTS) |
Føroyska nýtíðarsøga (10 ECTS) |
Nýtíðar heimssøga (10ECTS) | Nýtíðarsøga heimssøga (10ECTS) |
Eldri heimssøga (10ECTS) | Eldri heimssøga (10ECTS) |
Eldri føroysk søga (10 ECTS) | Eldri føroysk søga (10 ECTS) |
Vísindaástøði (10ECTS) |
Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í juni.
Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Studentur, sum søkir inn á hjánámið í søgu, skal hava staðið ella vera innskrivaður til eitt høvuðsnám. Tað ber eisini til at vera innskrivaður á samansett bachelornám.
Hjánám í søgu gevur saman við einum høvuðsnámi møguleika at arbeiða sum miðnámsskúlalærari umframt spennandi starvsmøguleikar, har kunnleiki til søgu og søguvísindalig háttaløg er neyðugur, t.d. í miðlum og fyrisiting.
Lokið hjánám í søgu kann vera partur av miðnámslæraraprógvi, har høvuðsnámið er 210 ECTS og hjánámið 90 ECTS.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Erling Isholm, útbúgvingarleiðara, erlingi@setur.fo.
Les meiri her