31. august
1. juli
kr. 3.350 um mánaðin
Eftirskúlin er eitt 10. flokks tilboð til ung ímillum 14 og 18 ár. Her kanst tú fáa undirvísing í skúlafakum, sum svara til fólkaskúlans 10. flokk og velja tær fjølbroyttar breytir.
Føroya Eftirskúli miðar eftir at verða eitt savnandi og mennandi stað. Skúlin vil vera við til at menna hugflog, styrkja lívsvirði og menna lívsførleikar hjá ungdóminum.
Á serstøku Føroyabreytini verður vitja á øllum 18 oyggjunum, har tú kemur at kenna okkara serstaka oyggjaland, fólk og mentan.
Undirvísingin á Føroya Eftirskúla verður skipað í valfak og breytir, og verða tilboðini lagaði eftir áhuganum hjá næminginum.
Skúlin bjóðar 6 breytir og til ber at taka 6 valfak. Breytirnar verða bodnar út í samstarvi við Tvøroyar skúla, har næmingar frá 10. flokki í Tvøroyar skúla antin fylgja undirvísingini á Føroya Eftirskúla ella øvugt.
Tvær breytir eru kravdar:
Hinar breytirnar eru:
Samanlagt skulu næmingarnir velja í minsta lagi fýra breytir og valfak. T.e. næmingarnir kunnu t.d. velja 4 breytir og einki valfak ella 2 breytir og 2 valfak osfr.
Valfakini, ið til ber at velja ímillum:
Skúlin er staðsettur í egnum hølum mitt á Sjógøtu 2 á Tvøroyri, nærhendis øllum hentleikum, og í góðum umhvørvi.
Tvøroyri er ein fjølbroytur og livandi býur við møguleika fyri nógvum upplivingum og frítíðarítrivum. Somuleiðis hevur býarlívið nógv at bjóða næmingum við kafé-umhvørvi, ungdómshúsi, ítrótti og venjing. Flestu áhugaverdu økini eru í umhvørvinum tætt við skúlan og næmingaheimið.
Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:
Ongar próvtøkur eru til breytirnar. Sjóvinnubreytin endar við at næmingurin tekur eitt trygdarskeið.
10. flokks próvtøkur eru í samband við valfakini og fær næmingurin 10. flokks prógv í valfakunum.
Les meira um útbúgvingina her.
Tú kanst fáa vegleiðing her.