Tal á útbúgvingum: 2
Næmingar: 50
Lærarar og starvsfólk, sum standa fyri frálæruni: 14
Skúlin við Áir gevur fólkum í vinnuførum aldri møguleika at skúla ella umskúla seg at fara útbúgvingarvegin, hetta við einum 9. floks prógvi frá MMR.
Verkskúlarnir á Hjalla og á Kambsdali eru endurbúgvingartilboð til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, ella hava tørv á at royna síni arbeiðsevni. Skúlin hevur fleiri arbeiðseindir, t.d. endurnýtsluhandlar, goymslu, seymistovu, máli- og polstriverkstaðir, matstovu og træverkstaðir.
Kjarnuvirksemið er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiði, hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg, og starvsfólkini arbeiða miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum.
Dugni hevur einki tilboð til fólk við menningartarni, og tilboðini eru til fólk í vinnuførum aldri.
Starvsfólkini á Dugna arbeiða tvørfakliga og hava útbúgvingar sum annaðhvørt pedagogur, lærari, sálarfrøðingur, handverkari, so sum snikkari, timburmaður ella kokkur.
Dugni er skipað í trimum deildum, á Hjalla, við Áir og á Kambsdali.
Verkskúlin og Verkstaðirnir á Hjalla
á Hjalla 7a
FO-188
Hoyvík
+298 350070
dugni@dugni.fo
www.dugni.fo
Skúlin við Áir
FO- 430
Hvalvík
+298 350070
dugni@dugni.fo
Verkskúlin og Verkstaðirnir á Kambsdali
Fagragil 5
Kambsdalur
FO-530 Fuglafjørður
Tlf. 350070
Dugni@dugni.fo
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum