Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 25

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS

Bachelor

Búskapar- og virkisfrøði

B.Sc.
Bachelor of Science in Economics and Management

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum búskaparfrøðingur/
virkisfrøðingur ella fara undir víðari lestur á kandidat- ella masterstigi.

Um útbúgvingina

Á hesi útbúgvingini lærir tú um konjunktursveiggj, altjóða handil, fíggjarmarknaðir og organisasjón og leiðslu. 

Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur útbúgvingin støði í føroyska samfelagnum og teimum viðurskiftum, føroyskir borgarar, fyritøkur og myndugleikar liva undir.

Skipan av útbúgvingini

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har tú fært hollar førleikar í búskaparfrøði og virkisfrøði umframt í støddfrøði og hagfrøði.

Tú fært til dømis innlit í ástøði og praksis um:

  • Strategi 
  • Fíggjarmarknaðir
  • Búskaparvøkstur
  • Búskaparsveiggj

Á triðja ári fært tú við valfakum og bacheloruppgávu møguleika at leggja serstakan dent á antin búskaparlig evni, sum til dømis búskaparfrøði um tilfeingisvinnur, ella virkisbúskaparlig evni, sum til dømis Corporate Social Responsibility.

Útbúgvingin endar við eini B.S.Sc.-ritgerð.​

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 25

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS

Lestrarhálvur
1. lestrarhálva
Búskaparfrøði
7 ECTS
Aðaltættir í mikro
7 ECTS
Virkisstýring (við finanasiering)
7 ECTS
Støddfrøði I
7 ECTS
2. lestrarhálva
Hagfrøði
7 ECTS
Marknaðarføring
7 ECTS
Vinnurættur
7 ECTS
Støddfrøði II
7 ECTS
3. lestrarhálva
Mikro I
7 ECTS
Makro I: Búskaparvøkstur
7 ECTS
Strategi
7 ECTS
Økonometri
7 ECTS
4. lestrarhálva
Mikro II
7 ECTS
Makro II: Búskaparsveiggj
7 ECTS
Corporate Finance
7 ECTS
Organisatiónsgreining
7 ECTS
5. lestrarhálva
Vallærugrein
10 ECTS
Vallærugrein
10 ECTS
Vallærugrein
10 ECTS
6. lestrarhálva
Vísindaástøði
5 ECTS
Vallærugrein
10 ECTS
Bacheloruppgáva
15 ECTS

Próvtøkur

Próvtøkur eru í desember/januar og juni.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv (t.e. gymnasialt) við støddfrøði á B-stigi.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær starvsmøguleikar innan almenna fyrisiting og í privatum fyritøkum.

Framhaldandi útbúgving

Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á kandidat- ella masterstigi. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Herit  Albinus, útbúgvingarleiðara, herita@setur.fo, +298 292600.

Les meiri her

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.