Er tøkt her

Lestrartíð: Umleið 3-4 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. apríl 2017. Kvota 1: 1. juli 2017
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 20

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Hjánám í støddfrøði

Útbúgvingin gevur tær førleika at loysa ítøkiligar støddfrøðiligar trupulleikar, ið t.d. koma frá náttúruvísindum ella verkfrøði eins og hon gevur tær førleikar at brúka hættir og amboð til at loysa trupulleikar.

Lagdur verður m.a. dentur á, at tann lesandi fær eitt breitt grundarlag í støddfrøði, fer í dýpdina við ávísum evni og lærir um grundarlagið undir støddfrøði, søguna hjá støddfrøði, og um hvussu vit læra støddfrøði.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin er eitt hjánám og fer fram sum parttíðarlestur, ið kann fullførast uppá umleið 3 ár. Útbúgvingin kann eisini leggjast soleiðis til rættis, at hon kann takast yvir 4 ár við umleið hálvtíðarlestri mesta av tíðini. Hetta ger, at til ber hjá fólki, sum t.d. eru fyribilssett sum undirvísarar í miðnámi, at uppstiga sín støddfrøðikunnleika og arbeiða samstundis. Eisini ber til at taka skeið frá øðrum útbúgvingum samstundis. Miðað verður ímóti, at nøkur av framhaldsskeiðunum í ávísan mun skulu kunna takast sum stuðlaður sjálvlestur. Gevið gætur, at fyri at fáa lestrarstuðul frá Studna krevst at studentur er undir fulltíðarlestri. 

Útbúgvingin kann vera partur av eini samansettari bachelor við aðrari høvuðsgrein, sum loyvir tí. Ein slík bachelor kann vera grundarlag undir víðari lestri. Útbúgvingin kann eisini vera hjánám saman við høvuðsgrein í øðrum faki á masterstigi, og kann útbúgvingin tá geva undirvísingarførleika í miðnámi. Eisini ber til hjá fólki, ið longu hava útbúgving á masterstigi, at vinna sær undirvísingarførleika í støddfrøði í miðnámi við at lúka hjánám í støddfrøði. 

Útbúgvingin er í alt 120 ECTS (2 ársverk), harav 30 ECTS (½ ársverk) skulu vera í evnum, har støddfrøði verður brúkt sum amboð. . 

Av útbúgvingini eru avsett 90 ECTS (1½ ársverk) í støddfrøði. Evnini eru samansett fyri at tryggja breiða og holla grundleggjandi vitan og førleika í støddfrøði umframt at farið verður í dýpdina við ávísum evni. Evni, sum ætlandi verða viðgjørd, eru: diskret støddfrøði, lineer algebra, kalkulus í einum og fleiri variablum, algebra, euklidisk geometri, støddfrøðididaktikkur, líkindarokning, hagfrøði, rekkjur og fylgjur, Fourier-rekkjur, differentiallíkningar, metrisk rúm, Hilbert rúm, topologi, kryptologi og grundarlagið undir støddfrøði. Minni verkætlanir innganga eisini í útbúgvingina.

Partur av útbúgvingini er eisini, at 30 ECTS (½ ársverk) skulu stava frá evnum, har støddfrøði verður brúkt sum amboð. Eingi ávís skeið eru ásett, og tey kunnu í stóran mun veljast av studentunum millum skeið, sum verða útboðin á Fróðskaparsetri Føroya ella við annað universitet (um studenturin longu hevur tikið slík skeið, sum part av aðrari útbúgving, kunnu tey verða góðskrivað). Dømi kunnu vera: algoritmur, mekanikkur, innleiðandi elfrøði, elektromagnetisma, hitalæra, elektriskar ringrásir, regulering, elveiting. 

Til ber eisini at samanseta bachelor í orkuvísindum og hjánám í støddfrøði til eina trý ára fulltíðarútbúgving. Les meira um henda møguleika HER.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at tú hevur miðnámsprógv og hevur staðið Støddfrøði á A-stigi.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Tey, ið hava tikið útbúgvingar ella stakskeið, har støddfrøði inngongur, kunnu søkja um at fáa skeið góðskrivað.

Hevur tú tikið skeið í støddfrøði, kanst tú søkja um at fáa hesi góðskrivað sum partar av útbúgvingini. Krav er ikki, at tey skulu vera innan júst somu evni, sum eru løgd inn í hjánámið - dentur verður serliga lagdur á, at studenturin fær breiða og holla grundleggjandi vitan og førleika í støddfrøði umframt at farið verður í dýpdina við ávísum evni. 

Framtíðarmøguleikar

Saman við útbúgving í øðrum evni á bachelor- ella masterstigi gevur útbúgvingin tær grundarlag fyri at arbeiða innan ymisk arbeiðsøki t.d.:

●       í undirvísing

●       í vísind

●       sum verkfrøðingur

●       sum ráðgevi

●       í fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.

Eisini hevur tú fakligan førleika at útbúgva teg víðari í støddfrøði á øðrum universitetum kring heimin.

Meiri kunning

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.
Tú kanst venda tær til Gunnar Restorff, útbúgvingarleiðara, gunnarr@setur.fo, tlf. 292563.

Er tøkt her

Lestrartíð: Umleið 3-4 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. apríl 2017. Kvota 1: 1. juli 2017

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum