3 ½ ár
januar
1. januar
Upptøka er næstu ferð í 2023
Útbúgvingin gevur førleikar at leggja byggjarí til rættis og at samstarva við arkitektar, verkfrøðingar, entreprenørar og handverkarar.
Tú lærir at leiða ymsu byggistigini og fært inlit í stigini frá hugskoti til klárt er at byggja.
Útbúgvingin leggur serligan dent á planlegging, projektering og samskipan av byggi- og anleggsarbeiði.
Dentur verður eisini lagdur at brúka talgild amboð og at byggingin verður framd burðardygt.
Møguleiki er fyri framhaldslestri í Danmark. Glasir samstarvar við VIA Horsens í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið "Bygningskonstruktør".
Útbúgvingin er skipað soleiðis:
1. hálvár: Sethús í einari hædd
2. hálvár: Sethús upp til 2½ hæddir
3. hálvár: Undanframleiðsla (størri elementbyggjarí)
4. hálvár: Íbúðarbygging í fleiri hæddum
5. hálvár: Endurnýggjan (renovering)
6. hálvár: Starvslæra (praktikk)
7. Endalig próvtøkuverkætlan
Undantikið tvær tær síðstu lestrarhálvurnar er nógv toymisarbeiði.
Eftir 3. hálvár er møguleika, at lesa til byggitøkning í Danmark, tað tekur ½ ár, les meiri her.
Somuleiðis geva tær tvær fyrstu lestrarhálvurnar merit til kort- og landmálingsteknikara, lesa meiri her.
Tú hevur møguleikan at fara í starvslæru hjá t.d. arktiktafyritøkum, entreprenør- og handverkarafyritøkum, ráðgevandi verkfrøðingum, veitarum innan byggitilfar, stovnum og kommunum.
Til at verða upptikin krevst, at umsøkjarin hevur lokið:
Um tú hevur tikið útbúgvingina byggitøkni, ella trý tey fyrstu hálvárini av byggitøkni útbúgvingini, kanst tú søkja um at sleppa beinleiðis inn á 4. lestrarhálvár á byggifrøði útbúgvingini.
Sum professiónsbachelor í byggifrøði hevur tú møguleika til kandidatlestur, sum Aalborg Universitet bjóðar út í Allaborg og í Keypmannahavn.
Hesar útbúgvingarnar eru cand. tech innan:
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Útbúgvingin er á 6. stigi í donsku førleikakarminum fyri lívlanga læru. Førleikakarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr útbúgvingini.
Útbúgvingin miðar m.a. ímóti størvum í byggivinnuni, hjá ráðgevandi
arkitektum/verkfrøðingum, í egnum virki, ella t.d. hjá virkjum, ið framleiða/selja byggitilfar.
Eisini starvast byggifrøðingar á stovnum, í kommunum og í bústaðarfeløgum.
Les um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Glasi her.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Heðin Gásadal, heg@glasir.fo ella til lestrarvegleiðingina her.