4 ár
August
Rør- og blikksmiðurin arbeiðir við nýgerð og røkt av vatn-, hita-, gass og
ventilatiónsinnleggingum í sethúsum og virkjum.
Tú lærir at seta upp og stilla HVS-stýrisskipanir og at vegleiða kundar um brúk, at fáa sum mest burtur úr orkuni og aðrar orkuhættir.
Filmur um rør- og blikksmið útbúgvingina er her.
Útbúgvingin fevnir um at gera tunnplátusamankomingar við sveising úr aluminiumi, stáli og rustdyggum tilfari, at lodda, klinka og falsa, at tekna og gera úrskiljingar úr plátum, at leggja til rættis og gera smá skap í plátu-, rør- og stálprofilum í eini samlaðari framleiðslu.
Tú lærir harumframt at røkja og umvæla, at taka mát og gera allar vanligar inndekningar innan yrkið, at taka mát og gera luftskiftislutir, at duga siðbundið og grundleggjandi handverk innan blikksmiðjuyrkið og at duga kappabjálving.
Eisini lærir tú, at veita tænastu í sambandi við oljuketlar og varandi orkuinnleggingar.
Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum rør- og blikksmiður eru, at:
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Í seinra parti av lærutíðini velir tú eina ávísa sergrein, sum er rættað til ávísa framleiðslu innan metalídnaðin. Tú kanst velja ímillum at enda við sergrein sum:
Skúlagongdin fyri sergreinina rustfastur rør- og blikksmiður er skipað við at 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið eru 50 vikur tilsamans og sveinaroyndarskeiðið er 8 vikur.
Tú hevur umframt 5 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur rør- og blikksmiður.
Tú kanst fara undir ymiskar framhaldsútbúgvingar t.d. maskinist og maskinmeistari á Vinnuháskúlanum, les meiri her.
Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.
Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
Glasir