Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

4½ - 5½ ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn:

Elektronikk- og veikstreymsútbúgving (Elektronikfaktøkningur)

Undir útbúgvingini framleiðir og umvælir tú elektroniska útgerð. Tú lærir t.d. um útgerð til útvarp, sjónvarp og fjarskifti ella útgerð til sjúkrahús. Tú fært undirvísing í mátitólum, sum verða brúkt í arbeiðinum.

Sum útbúgvin hevur tað týdning, at tú kanst geva ráð um vørur og útgerð. Nógvar arbeiðs­uppgávur og loysnir krevja innlit í nýggjastu tøknina.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um tøknina, sum er í elektroniskari útgerð og útgerð til mátingar og vaktól, útgerð til undirhald, til skrivstovur, ídnað og útgerð til sjúkrahús o.a. Tú lærir um skipanir við ymsari tøkni. Eisini lærir tú um KT, at finna brek og at umvæla útgerð. Alment krevst tøkniligt innlit, og at tú ert fakliga væl fyri í støddfrøði og í enskum.

Tú kanst enda tína útbúgving sum elektronikkfaktøkningur ella við sergrein antin sum útvarps- og sjónvarpsfaktøkningur, medikotøkningur ella elektronikk-menningartøkningur.

Elektronikkfaktøkningar seta upp og røkja samskiftistól, vaktól og starvsstovuútgerð umframt elektroniskar skipanir og tól t.d. til sjúkrahús. Útbúgvingin til elektronikkfaktøkning tekur 4 ár.

Útvarps- og sjónvarpsfaktøkningar finna brek og umvæla undirhalds- og tónleikaelektronikk og professionella útgerð, t.d. fjarskiftisútgerð. Útbúgvingin til útvarps- og sjónvarpsfaktøkning tekur 4 ½ ár.

Medikotøkningar arbeiða við elektroniskum tólum og tøkniligari útgerð í heilsuverkinum, t.d. á sjúkrahúsum. Útbúgvingin til Medikotøkning tekur 5 ½ ár.

Elektronikk-menningartøkningar eru við til at menna elektronikk, t.d. fram­leiðsluútgerð og kanningartól í elektronikkframleiðslum. Útbúgvingarnar til medikotøkning og elektronikk-menningartøkning taka 5 ½ ár.​

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir ímillum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um analogtøkni, talgilda- og mikroprosesstøkni, samskiftistøkni og máti- og fjarskiftisskipanir. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. enskt, íverksetan og nýskapan, vørumenning, framleiðslu og tænastu, danskt og støddfrøði.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri at arbeiða við tøkni og elektronikki
  • dugir KT, støddfrøði og enskt
  • hevur logiska fatan
  • kanst samstarva við onnur
  • dugir at vegleiða onnur
  • hevur skil fyri dygd og smálutum
  • sum útvarps- og sjónvarpsfaktøkningur hevur tænastufatan og ert væl fyri at tosa við kundar.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða innan tað almenna og í privatum fyritøkum. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingarnar:

  • KT-tøkningur
  • Orkutøkningur
  • Installatørur, sterkstreym

Eisini hevur tú atgongd til professiónsbachelor útbúgvingina:

  • Útflutningur og tøkni

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingarnar til elektronikk-menningartøkning og medikotøkning eru á 5. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Elektronikkfaktøkningur og útvarps- og sjónvarps­faktøkningur eru á 4. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

4½ - 5½ ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn: