Føroyamálsdeildin bjóðar út diplomskeið í føroyskum. Skeiðið er serliga ætlað teimum, sum í dagligum starvi hava tørv á at orða seg greitt og rætt.
Skeiðið byrjar seint í august fyrst í september og endar við próvtøku í desember.
Endamálið er at menna evnini hjá skeiðsluttakarunum at brúka málið greitt, rætt og fjøltáttað.
Dentur verður lagdur á mállæru og at økja tilvitanina um mál, málburð og ymsar stíllegur í málinum. Undirvíst verður 3 tímar hvørja ferð tveir dagar um vikuna í 12 vikur. Undirvísingin verður styðjað við venjingum, ið hóska til tað, sum gjøgnumgingið verður. Endað verður við skrivligari próvtøku, og latið verður prógv fyri lokið skeið.
Skeiðið er sjálvstøðugt skeið fyri seg og kann ikki góðskrivast sum partur av BA-útbúgvingi í føroyskum. Treyt fyri luttøku er miðnámsskúlaprógv við føroyskum á A-stigi ella samsvarandi. Fólk við royndum í skrivstovuyrki ella øðrum yrki, ið líkist, hava fyrimun.
Umsóknarfreistin er í august ella september.
Skeiðið telur 7,5 ECTS
Lærari: Lena Reinert.
Kostnaður: 5000 kr.
Umsóknarskjal fæst her