Umleið 3-4 ár
August
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Umleið 20
200 DKK/ECTS
Endamálið við útbúgvingini er, at læra grundleggjandi analysu,
lineera algebra, líkindarokning og hagfrøði,
ið er grundarlag undir flestu útbúgvingum
í verkfrøði, alisfrøði o.t.
Tú fært eisini innlit í høvuðsøkini
algebra, geometri og grundarlag undir stødd
frøði.
Útbúgvingin er eitt hjánám og fer fram sum parttíðarlestur, ið kann fullførast uppá 3 ár.
Útbúgvingin kann vera partur av eini samansettari bachelor við aðrari høvuðsgrein, sum loyvir tí. Ein slík bachelor kann vera grundarlag undir víðari lestri. Útbúgvingin kann eisini vera hjánám saman við høvuðsgrein í øðrum faki á masterstigi, og kann útbúgvingin tá geva undirvísingarførleika í miðnámi.
Eisini ber til hjá fólki, ið longu hava útbúgving á masterstigi, at vinna sær undirvísingarførleika í støddfrøði í miðnámi við at lúka hjánám í støddfrøði.
Útbúgvingin er í alt 120 ECTS (2 ársverk), harav 30 ECTS (½ ársverk) skulu vera í evnum, har støddfrøði verður brúkt sum amboð.
Av útbúgvingini eru avsett 90 ECTS (1½ ársverk) í støddfrøði. Evnini eru samansett fyri at tryggja breiða og holla grundleggjandi vitan og førleika í støddfrøði umframt at farið verður í dýpdina við ávísum evni. Evni, sum ætlandi verða viðgjørd, eru: diskret støddfrøði, lineer algebra, kalkulus í einum og fleiri variablum, algebra, euklidisk geometri, støddfrøðididaktikkur, líkindarokning, hagfrøði, rekkjur og fylgjur, Fourier-rekkjur, differentiallíkningar, metrisk rúm, Hilbert rúm, topologi, kryptologi og grundarlagið undir støddfrøði. Minni verkætlanir innganga eisini í útbúgvingina.
Partur av útbúgvingini er eisini, at 30 ECTS (½ ársverk) skulu stava frá evnum, har støddfrøði verður brúkt sum amboð. Eingi ávís skeið eru ásett, og tey kunnu í stóran mun veljast av studentunum millum skeið, sum verða útboðin á Fróðskaparsetri Føroya ella við annað universitet (um studenturin longu hevur tikið slík skeið, sum part av aðrari útbúgving, kunnu tey verða góðskrivað). Dømi kunnu vera: algoritmur, mekanikkur, innleiðandi elfrøði, elektromagnetisma, hitalæra, elektriskar ringrásir, regulering, elveiting.
Til ber eisini at samanseta bachelor í orkuvísindum og hjánám í støddfrøði til eina trý ára fulltíðarútbúgving, sum gevur atgongd til lestrarstuðul frá Studna. Les meira um henda møguleika HER.
Treyt fyri upptøku er, at tú hevur miðnámsprógv og hevur staðið Støddfrøði á A-stigi.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Tey, ið hava tikið útbúgvingar ella stakskeið, har støddfrøði inngongur, kunnu søkja um at fáa skeið góðskrivað.
Hevur tú tikið skeið í støddfrøði, kanst tú søkja um at fáa hesi góðskrivað sum partar av útbúgvingini. Krav er ikki, at tey skulu vera innan júst somu evni, sum eru løgd inn í hjánámið - dentur verður serliga lagdur á, at studenturin fær breiða og holla grundleggjandi vitan og førleika í støddfrøði, umframt at farið verður í dýpdina við ávísum evni.
Hjánám er ikki ein endalig útbúgving og heldur ikki ein fulltíðarútbúgving.
Saman við høvuðsgrein í øðrum faki frá útbúgvingarstovni, ið loyvir tí, kann hjánám gerast partur av einum bachelor- ella master prógvi.
Við hjánámi í støddfrøði og høvuðsgrein í øðrum faki eru møguleikar at fyri at undirvísa í støddfrøði á miðnámi og at arbeiða hjá tí almenna ella privata.
Tú kanst venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara kirstinr@setur.fo, ella til útbúgvingarleiðaran Gunnar restorff, gunnarr@setur.fo.