Lestrartíð: 2 - 3 1/2 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina
Útbúgvingarstaður: Danmark
Lestrarlán:
Yrkisútbúgving

Detailslaktari

Sum detailslaktari (smásøluslaktari) arbeiðir tú við kjøti. Í útbúgvingini lærir tú um tey ymsu djórasløgini, hvussu tey skulu skerast upp og goymast, soleiðis at kjøtið verður moyrt.Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um slakt. Tú lærir eisini at skyna á dygd og at gera kjøtið til. Hartil lærir tú at gera lidnar rættir, pylsur og aðrar leskiligar bitar.

Harafturat lærir tú um kundatænastu og reinføri.

Tú kanst enda útbúgvingina sum detailslaktaraaspirantur ella sum detailslaktari við ymsum sergreinum.

Detailslaktaraaspiranturin lærir at rokna út føðsluvirði, føðslu, at gera kostnaðarmetingar, at skera upp og tilgera kjøtið. Útbúgvingin til detailslaktaraaspirant tekur 2 ár.

Detailslaktarar við sergreinini handil læra at tilgera slaktaða djórið við at grovskera og detailskera – t.e. at skera og uppbinda roastbeef og rullusteik, at skera sneiðir og búffar og at avpussa feitt og spengur.

Detailslaktarin við sergrein í delikatessu lærir at tilgera kjøt og annað tilfar, so tað er klárt at borðreiða við. Eisini lærir tú at gera matin til, so at maturin er leskiligur og átuligur.

Detailslaktarar við sergrein í fiski og veiðidýrum læra at reinsa, fletta og at skera út fisk og veiðidýr.

Detailslaktarar við sergreinini at slakta læra at slakta og skera út einstaka dýrið og at meta um dygdina á heilum dýrum, slaktaðum og stykkjum. Útbúgvingin til detailslaktara við ymsum sergreinum tekur 3½ ár.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um detailskering, grovskering, tilgerð, føðslulæru og lóggávu á økinum. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. kostnaðarmeting, KT, sølu og tænastu og samfelagsfrøði.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       hevur áhuga fyri matvørum

●       ert kropsliga væl fyri

●       ert hugaður at hava eitt arbeiði, har tú stendur uppi meginpartin av degnum

●       hevur tænastusinni og dugir at tosa við kundar

●       dugir støddfrøði

●       kanst arbeiða saman í arbeiðsliði

●       hevur skil fyri reinføri

●       ert hugaður at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Detailslaktarar kunnu arbeiða við nógvum ymiskum. Við sergreinini innan fisk og veiðidýr og handil og delikatessu kanst tú arbeiða í handli t.d. í serdeildum so sum slaktara- og fiskadeildum. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Ætlar tú tær at fara undir framhaldandi útbúgving, hevur tú atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Yrkisútbúgvingin til detailslaktara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Detailslaktaraaspirantur er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

 

Lestrartíð: 2 - 3 1/2 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina
Útbúgvingarstaður: Danmark
Lestrarlán: