Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:


Við búskaparbreyt: 2 ár

Við aðrari miðnámsbreyt:  2 ár og 6 mðr

Við FHS: 3 ár

Við 9. flokki: 4 ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Føroyar
Lærlingaløn:

Heilsøla og smásøla

Útbúgving innan heilsølu og smásølu gevur tær vitan og førleikarhandilsliga arbeiðsøki, tað veri seg samskifti, søla og tænasta, leitan eftir upplýsingum, vegleiðing, hagtøl og búskap og ráðlegging v.m.

Um útbúgvingina

Ein handilsatstøðingur tekur sær av sølu og øðrum vanligum uppgávum í handlum og heilsølum. Undir útbúgvingini fært tú undirvísing í sølu og tænastu.

Sum handilsatstøðingur við sergrein í heilsølu og smásølu arbeiðir tú serliga við at selja vørur og tænastur. Eisini tekur ein handilsatstøðingur sær vanliga av kundum, roknar prísir, ger tilboð og ordraváttanir.

Uppgávurnar kunnu vera sera ymiskar, og tað veldst um, hvussu stór fyritøkan er.

Tú lærir at pakka vørur út, prísa og seta vørur upp á pláss í handlinum. Harafturat lærir tú at bíleggja vørur.

Sum handilssøluatstøðingur lærir tú eisini, hvussu tú setur vørurnar fram og gert tær áhugaverdar. Tú lærir eisini um fíggjarviðurskifti.

Skipan av útbúgvingini

Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

Í endanum á høvuðsskeiðinum skipar skúlin fyri yrkisroynd.

Skúlagongdin í útbúgvingini er tilsamans 47 vikur,  og er lutað sundur í eitt grundskeið á 40 vikur (sum er ein full FHS útbúgving) og eitt høvuðsskeið, sum svarar til 7 vikur ella 30 undirvísingardagar, sum vanliga liggja seinasta árið í útbúgvingini. Høvuðsskeiðið er íroknað yrkisroynd, sum er ein vika, tó uttan undirvísing.

Grundskeiðið er skipað sum FHS. Lærlingurin skal hava staðið grundskeiðið, áðrenn hann kann byrja á høvuðsskeiðnum.

Lærlingur, sum hevur miðnámsprógv, áðrenn hann fer í læru, skal í lærutíðini taka hesar lærugreinar við í minsta lagi próvtalinum 02 í miðal fyri at hava staðið alt grundskeiðið:

  1. Virkisbúskap C,
  2. Marknaðarførðsla C,
  3. Kunningartøkni C, og
  4. Eina vallærugrein: Vinnulívsrættur C, Altjóðabúskap B, Marknaðarførslu B, Kunningartøkni B ella eina økislærugrein, sum í minsta lagi er 105 pultstímar.

Grundskeiðið og einstakar lærugreinar kunnu takast við at fylgja FHS, sum kvøldundirvísing ella sum sjálvlestur. Lærlingur, sum skal taka FHS ella einstakar lærugreinar, skal venda sær til skúlan, sum í samráð við lærlingin og læruplássið leggur undirvísingina til rættis.

Øll kravd skúlagongd er partur av lærutíðini. Um lærlingur gongur í skúla um dagin, skal hann tí ikki frádragast í løn, og liggur skúlagongdin í frítíðini, hevur lærlingurin rætt til eyka samsýning (yvirtíð ella avspáking) í samráð við arbeiðsgevaran.

Høvuðsskeiðið er skipað í 6 vikur, ella 30 undirvísingar dagar, á tilsamans 240 pultstímar, umframt yrkisroyndina á eina viku, har lærlingurin er frítikin frá øllum arbeiði.

Yrkislærugreinarnar eru hesar:

  • Handil og amboð
  • Handilsrakstur
  • Handilsbúskapur
  • Átøk og visuell marknaðarføring

Almennu lærugreinarnar eru hesar:

  • Føroyskt C
  • Enskt C
  • Kunningartøkni C
  • Virkisbúskapur C
  • Samfelagsfrøði C
  • Sølubúskapur
  • Altjóðabúskapur C

Vallærugreinarnar eru hesar:

  • Týskt C
  • Spanskt D/C
  • Støddfrøði D
  • Visuell marknaðarføring / Dekoratión C
  • Innovatión C
  • Ítróttur og heilsa

Upptøkutreytir

Fyri at kunna søkja, skalt tú í minsta lagi hava fylgt undirvísingini í fólkaskúlanum og 9. flokki, ella hava samsvarandi kunnleikastøði. 

Førleikameiting - 25 ár ella eldri

Ert tú 25 ár ella eldri og hevur í minsta lagi trý ára starvsroyndir, kanst tú verða førleikamett/ur innan skrivstovuútbúgving.

Ein førleikameting kann vera við til at stytta munandi um lærutíðina, um hon vísir, at tú hevur viðkomandi førleikar innan yrkið, ið tú hevur valt at útbúgva teg í.

Ein og hvør, sum lýkur treytirnar, kann søkja Yrkisdepilin um at verða førleikamettur. Ein førleikameting er ein tilgongd, ið fevnir um innsavnan og skráseting av upplýsingum um royndir og førleikar, ið ein umsøkjari hevur. Tað er umsøkjarin, ið hevur ábyrgdina av at útvega allar neyðugar og viðkomandi upplýsingar. Upplýsingarnar verða fingnar til vega við samrøðu, váttanum, prógvum, uppgávuloysnum o.s.fr. Ein meting verður gjørd av innsavnaðu og skrásettu førleikunum. Henda meting tekur altíð støði í einari viðkomandi føroyskari útbúgving, sum umsøkjarin ætlar sær at fara undir. Førleikametingin endar við einari niðurstøðu, sum er eitt løggildugt skjal, ið prógvar tínar førleikar.

Les meira um førleikameting her

Starvsmøguleikar

Tá tú hevur fingið sveinabrævið, so hevur tú yrkisrættað miðnám og kanst antin fáa starv innan títt fakøkið ella søkja inn á framhaldandi útbúgving.

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum handilsfólk innan heilsølu og smásølu.

Tú kanst arbeiða í handlum, heilsølum, sølumiðstøðum, stórhandlum og sølubúðum, ella tú kanst lata tín egna handil upp.

Framhaldandi útbúgving

Við yrkisrættaða miðnámsútbúgving hevur tú somu møguleikar at fara undir framhaldandi lestur sum tey, ið hava nomið sær eina gymnasiala útbúgving, eisini inn á hægri lærustovnar t.d. universitet.

Gev gætur, at tú skalt lúka ávísar gjøllari ásettar upptøkutreytir til eina framhaldsútbúgving. Tú skalt t.d. hava staðið ávísar lærugreinar á ávísum stigi.

Meiri kunning

Les meiri um útbúgvingina og vegleiðingar til lærlingar á heimasíðuni hjá yrkisdeplinum her.

Yvirlit yvir lærupláss er her.

Les um yrkisfelagið S&K og um lærlingarlønina v.m. her.

Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:


Við búskaparbreyt: 2 ár

Við aðrari miðnámsbreyt:  2 ár og 6 mðr

Við FHS: 3 ár

Við 9. flokki: 4 ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Føroyar
Lærlingaløn: