Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 20

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS

Bachelor

Søga - smátjóðir og altjóðagerð

B.A.
Bachelor of Arts in History, Small Nations and Globalisation

Endamálið við útbúgvingini er at tann lesandi fær eina fjølbroytta vitan og innlit í søgulig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar, sum smátjóðir møta í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.

Um útbúgvingina

Á hesi útbúgvingini lærir tú um søguvísindaligt arbeiðslag, føroyska søgu og alheimssøgu, altjóða politikk og modernitet og um smátjóðir í danska ríkinum. Útbúgvingin er fyri tey, sum hava áhuga fyri søgu við serligum atliti at smátjóðum og teirra avbjóðingum.

Útbúgvingin eru tvørvísindalig, ið merkir, at tað verður tikið støði í praktiskum søgu- og samfelagsligum viðurskiftum við stórum denti á spurdómsstýrda læring. Tú kemur at ganga til nógvar fyrilestrar, men tú lærir harafturat sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan, hetta ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.

Skipan av útbúgvingini

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinarnar í ávísan mun eru tær somu sum í Politikki og umsiting og Sosialvísindum.

• Fyrsta lestrarár er skipað við grundskeiðum í vísindaástøði, søguvísindaligum háttaløg
• Næsta lestrarár er problemorienterað prosjektarbeiði
• Triðja lestrarár er høvðusritgerð

Tey lesandi ganga til nógvar fyrilestrar, men harafturat læra tey eisini sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan - ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.
Undirvíst verður m.a. um:
• søguvísindaligt arbeiðslag
• føroyska søgu og alheimssøgu
• altjóða politikk og modernitet
• arkivkunnleika
• smátjóðir í danska ríkinum

Útbúgvingin endar við eini BA-ritgerð.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig

1. lestrarhálva 2. lestrarhálva 3. lestrarhálva 4. lestrarhálva 5. lestrarhálva 6. lestrarhálva

Sosiologi og mentan

10 ECTS

Nýggjari føroysk søga

10 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Nýggjari heimssøga

10ECTS

Eldri heimssøga

10 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Grundskeið í stjórnmála-
frøði

10 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Politisk ástøði 
og idesøga 

10 ECTS

Arkiv
kunnleiki

10 ECTS

Eldri føroysk søga 

10 ECTS

Bachelor-
ritgerð

20 ECTS

Vísindaástøði og háttaløg

10 ECTS

Ritgerð I

10 ECTS

Grundskeið í
søguvísindaligum
háttaløgum

10 ECTS

Ritgerð II 

10 ECTS

Evnisøki

10 ECTS

 

Upptøkutreytir

Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Starvsmøguleikar eru innan ymisk øki har arbeitt verður við avbjóðingum hjá smátjóðum. 

Framhaldandi útbúgving

Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á kandidat ella masterstigi. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Erling Isholm, útbúgvingarleiðara, erlingi@setur.fo, +298 292590.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 20

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS