Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2022

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 12

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS

Bachelor

Mýlalívsvísindi

B.Sc.
Bachelor of Science in Molecular Life Sciences

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan mýlalívsvísindi ella halda fram við víðari lestri uttanlands.

Um útbúgvingina

Á hesi útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um lívfrøði, men við høvuðsdenti á mýlavísindi.

Tú lærir um hvussu mýl, so sum DNA, RNA og protein virka og samstarva í kyknum, og víðari hvussu kyknur virka og samstarva í organismum. Eisini verður t.d. undirvíst í, hvussu broytingar í  DNA kunnu viðføra ílegutengdar sjúkur. Eisini verður undirvíst í, hvussu bakteriur virka og ávirka okkum, bæði jaligt og neiligt.

Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum djórum, plantum og fólkum, sum hava lagað seg til umhvørvið og lívið í Føroyum.

Skipan av útbúgvingini

Flestu skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og at fara út í náttúruna. 

Útbúgvingin er skipað við fyrilestrum, starvsstovuarbeiði, evnislestri, lestrarvitjanum og egnum verkætlanum.

Fyrstu tvey árini hava lívfrøðiútbúgvingarnar felags undirvísing. Tær tvær lívfrøðiútbúgvingarnar eru B.Sc í lívfrøði og B.Sc í mýlalívsvísindum.

Tað seinasta árið eru útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð.

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2022

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 12

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS

Lestrarhálvur
1. lestrarhálva
Fróðskaparhegni, vísindaástøði og etikkur
7,5 ECTS
Støddfrøði og hagfrøði fyri lívfrøðingar
7,5 ECTS
Plantur og djór í Føroyum
7,5 ECTS
Almen lívfrøði
7,5 ECTS
2. lestrarhálva
Jørð, hav og luft
7,5 ECTS
Vistfrøði á landi
7,5 ECTS
Alemenn og ólívrunnin evnafrøði
7,5 ECTS
Lívrunnin evnafrøði
7,5 ECTS
3. lestrarhálva
Lívevnafrøði
7,5 ECTS
Mýlsk kyknulívfrøði I
7,5 ECTS
Havlívfrøði
7,5 ECTS
Rannsóknarætlan og dátugreining
7,5 ECTS
4. lestrarhálva
Arvalæra
7,5 ECTS
Humanfysiologi
7,5 ECTS
Smáveralívfrøði
7,5 ECTS
Feltskeið í vistfrøði
7,5 ECTS
5. lestrarhálva
Eiturvistfrøði og dálking
7,5 ECTS
Mýlsk kyknulívfrøði II
7,5 ECTS
Eiturfrøði
7,5 ECTS
Bioinformatikkur í verki
7,5 ECTS
6. lestrarhálva
Mýlsk starvsstovuháttaløg
7,5 ECTS
Bachelor-verkætlan
22,5 ECTS

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.

Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalinum.

Upptøkutreytir

Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv við:

  • alisfrøði á B-stigi
  • støddfrøði á B-stigi
  • evnafrøði á B-stigi

Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri at arbeiða innan ymisk arbeiðsøki t.d. í heiligvágsídnaðinum, í sjúkrahúsverkinum, á granskingarstovnum, sum vísindajournalistur og í undirvísing.

Framhaldandi útbúgving

Sum B.Sc. í mylavísindum hevur tú grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi uttanlands. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðara, jonrith@setur.fo +298 292554.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya