4 ár
August
Ein bilsmiður lærir at viðlíkahalda og umvæla persóns- og vørubilar.
Bilsmiðir fáast við mekaniskt og elektroniskt arbeiði við persónbilum, vørubilum og partvíst lastbilum. Arbeiðið fevnir um røkt, at finna brek, útskifting og stilling av m.a. motori, tendring, brennievnisskipan, kopling, girkassa, bremsum og stýring.
Tú lærir um m.a. bensin- og dieselmotorar, motorstýringar, el- og hybrid bilar, stýrigreiðir, bremsur og girskipan, ymiskar trygdar- og hentleikatøkni og aðrar elektroniskar skipanir á bilum í sambandið við útlát og um skrokkin á bilinum.
Eisini lærir tú um tey elektronisku hjálpartólini til at kanna skipaninar í bilumum við, tól at kanna bremsur, at spora bilin við og at máta útlát.
Tú kemur eisini at arbeiða við kanning og umvæling av tí mekaniska partinum á motorum, bremsun, stýrigreiðum, gearkassa og avfjarðing.
Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum bilsmiður eru, at:
1. Umvæla og viðlíkahalda við brúk av hand- og verkstaðshandbókum og/ella við elektroniskum leitihentleikum.
2. Menna dygdina og framleidni umframt tryggja eitt gott rakstrarúrslit á verkstaðnum
3. Veita góða tænastu til viðskiftafólki
4. Sýna, feilfinna, umvæla og viðlíkahalda bremsuskipanina á persónbilinum, róðurgreiðirnar, undirvognin á persónbilinum og kraftyvirføringina (transmissiónina) á persónbilinum
5. Útinna einfaldar feilfinningar og umvælingar á bensin- og dieselmotorinum í persónbilinum
6. Fremja eftirlit og umvæla køli- og smyrjiskipanina á persónbilinum
7. Viðlíkahalda køli- og klimaskipanina
8. Sýna og umvæla lyktir og viskaraskipanina á persónbilinum
9. Útinna einfaldar feilfinningar á ravmagnsskipanunum á persónbilinum
10. Útinna viðlíkahalds- og trygdarsýn á persónbilinum
11. Útinna arbeiðsuppgávur tilvitandi um umhvørvið
12. Útinna torgreiddar feilfinningar, umvælingar og viðlíkahaldsuppgávur á bensin- og dieselmotorum
13. Feilfinna, umvæla og viðlíkahalda bremsuskipanina á persónbilinum, hentleika- og trygdarútbúnaðin í persónbilinum, ravmagnsskipanina á persónbilinum og veitingarskipanina á ravmagnsbilum
14. Feilfinna við sporitóli, umvæla og viðlíkahalda róðurgreiðirnar og undirvognin
15. Feilfinna, umvæla og viðlíkahalda róðurgreiðirnar og undirvognin
16. Feilfinna og umvæla ravtøkniligu skipanirnar á persónbilinum
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Eftir 1. ella 2. skúlaskeið, sum eru 20 vikur hvørt, kanst tú fara í læru. Um tú ikki hevur sáttmála, kanst tú halda fram á 4. skúlaskeiði og fara undir víðari lestur.
Tú hevur umframt 6 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:
Førleikarnir, sum tú samanumtikið hevur fingið eftir lokna útbúgving sum bilmiður eru, at:
1) leggja til rættis og fremja eina skynsama arbeiðsgongd í sambandi við eftirlit,
2) finna brek í bensin- og dieselriknum akførum og kunna umvæla ella skifta út slitnar lutir eftir tørvi,
3) meta um umvælingarmøguleikar og leiðbeina um ta ódýrastu umvælingina við atliti at tí, ið kundin ynskir viðvíkjandi rakstrarkostnaði, ferðslutrygd, útsjónd á akfarinum, brúksvirði og umhvørviskrøvum, og
4) nýta umvælingarhandbøkur á norðurlendskum ella øðrum fremmanda máli og aðrar atkomuligar upplýsingar, t.d. myndugleikafyriskipanir fyri motorakfør.
Arbeiðið skal verða gjørt í samsvari við galdandi ferðslulóg, trygdarreglur og umhvørviskrøv.
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur bilsmiður.
Tú kanst fara undir fleiri ymiskar framhaldsútbúgvingar.
Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.
Kanna framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar til lærlingar er her.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar til læruplássið er her.
Yrkisdepilin
Glasir