Tal á útbúgvingum: 1, umframt onnur skeið
Næmingar: umleið 15-20
Lærarar: umleið 6 (heruppi í parttíðarsett og gestalærarar)
Yvirskipaða stevna Háskúlans er at vekja ans fyri mentan og máli, søgu og samfelagi, og undirvísingin byggir bæði á tað andaliga, handaliga og skapandi. Háskúlin vil menna og upplýsa bæði tað einstaka menniskjað og felagsskapin allan.
Umframt lærugreinirnar føroyskt/bókmentir og søgu/samfelag, hevur Háskúlin seinnu árini lagt serligan dent á ungdómsmentan og tær skapandi listagreinir sum ung í dag halda verða áhugaverdar, m.a. Foto, film, sjónleik, tónleik, dans, bókmentir og kreativ skriving, málningalist, tekning, keramikk, handverkslist o.a.
Várhálvuna skipar háskúlin fyri tiltøkum, fyrilestrum og styttri skapandi skeiðum, sum kunnu verða úr 1-7 dagar. Heysthálvuna eiga tey ungu, tey, sum hava 9. flokk ella hava samsvarandi aldur. Frá septembur til desembur er langa Heystskeiðið á skránni, har 15-25 ungfólk, úr Føroyum og norðurlondum búgva, eta og virka saman, á Háskúlanum.
Føroya Fólkaháskúli
Háskúlavegur 14
FO-100 Tórshavn
+298 311743
haskulin@haskulin.fo
www.haskulin.fo
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum