les.fo lýsir útbúgvingar bæði til ung í skúla, ung í læru, víðari lestur og til vaksin.
Málið við Les og Lær í Føroyum er at vera tær ein hjálp, tá ið tú velur tær tína útbúgvingarleið við at geva greiða og dagførda kunning um útbúgvingar í Føroyum og viðkomandi viðurskifti í hesum sambandi.
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið, skúlar kring landið og viðkomandi stovnar og fyritøkur. Les og Lær í Føroyum varð stovnsett í 2014 og hevur játtan á fíggjarlógini hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Fyrstu árini var ein árbók útgivin, tó varð seinasta eintakið av árbókini útgivið í 2018. Stuðlar til stovnsetan og seinni til smærri verkætlanir at taka myndir og gera filmar hava verið Vinnuhúsið, Føroya Handverksmeistarafelag, S&K felagið, Føroya Skipara & Navigatør Felag, Havnar Handverkarafelag, Maskinmeistarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Les um Føroya Ungdómsráð her.
Sig tína meining, um hvat kundi verið greiðari, betri ella meiri áhugavert. Kanska tú hevur okkurt hugskot til okkum! Vit vilja fegin hoyra frá tær!
Send okkum boð til les@les.fo
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum