4 ár sum parttíðarlestur
August
1. juli
Umleið 40
2000,- fyri hvørt ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi granskingargrundaða vitan um leiðslu og skipan í nýmótans organisatiónum.
Serligur dentur er lagdur á at menna førleikar hjá teimum lesandi, at
Útbúgvingin er skipað sum skeið, ið eru kravskeið. Útbúgvingin er parttíðarlestur og er skipað í undirvísingarvikuskiftum, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart. Útbúgvingin er skipað í tveir partar, har møguleiki er at steðga, eftir at 1. partur er staðin. Tað gevur rætt til prógv við heitinum: Diplom í leiðslu og skipan á masterstigi.
2. partur endar við eini masterritgerð, sum gevur rætt til prógv við heitinum: Master í leiðslu og skipan.
Próvdømingin kann vera við innanhýsis ella uttanhýsis próvdómara.
Próvtøkurnar fyri heysthálvuna liggja í desembur/januar, meðan próvtøkurnar fyri várhálvuna liggja í mai/juni. Endurpróvtøka av skeiði, sum ikki er staðið, kann væntast ávikavíst at liggja í august/septembur ella í januar/februar.
1. partur |
||||||||
Hálvár |
Skeið |
ECTS |
Próvtøka |
Endurpróvtøka |
Próvdøming |
Meting |
||
1. |
Persónlig leiðsla |
Leiðsla og starvs-fólk |
Leiðsla av organi-satión |
15 |
Framløga og kjak |
Sama |
Innanhýsis |
Staðið / ikki staðið |
2. |
Organisatións-mentan Strategisk leiðsla Broytingarleiðsla |
15 |
Framløga og kjak |
Sama |
Uttanhýsis |
Próvtal |
||
3. |
Búskaparstýring fyri leiðarar |
5 |
Munnlig við fyrireiking |
Sama |
Uttanhýsis |
Próvtal |
||
3. |
Lóg og leiðsla |
10 |
Heimauppgáva (miðvegis) og ein 4 tímar skrivlig |
Sama |
Uttanhýsis |
Próvtal Samlað (1/3 + 2/3) |
||
4. |
Diplomritgerð á Masterstigi |
15 |
Framløga við støði í granskingar-design |
Sama |
Innanhýsis |
Staðið / ikki staðið |
||
Munnlig verja við støði í ritgerð |
Sama |
Uttanhýsis |
Próvtal |
|||||
2. partur |
||||||||
Hálvár |
Skeið |
ECTS |
Próvtøka |
Endurpróvtøka |
Próvdøming |
Meting |
||
5. |
Leiðsla og samskifti |
7,5 |
Skrivlig heimauppgáva |
Sama |
Innanhýsis |
Próvtal |
||
5. |
Leiðsla, mikrosamfelag og alheimsgerð |
7,5 |
Munnlig við støði í heimauppgávu |
Sama |
Uttanhýsis |
Próvtal |
||
6. |
Burðardygg leiðsla |
7,5 |
Munnlig við støði í heimauppgávu |
Sama |
Uttanhýsis |
Próvtal |
||
6. |
Organisatiónsmenning |
7,5 |
Munnlig við støði í heimauppgávu |
Sama |
Uttanhýsis |
Próvtal |
||
7. |
Granskingardesign 2 |
10 |
Framløga við støði í granskingar-design |
Sama |
Innanhýsis |
Staðið / ikki staðið |
||
8. |
Masterritgerð |
20 |
Munnlig verja við støði í ritgerð |
Sama |
Uttanhýsis |
Próvtal |
Til tess at verða upptikin krevst bachelorútbúgving.
Neyðugt er, at hava nøktandi málførleikar í føroyskum, skandinaviskum og enskum máli. Undirvísingin verður í høvuðsheitum á føroyskum, meðan undirvísing á donskum ella enskum kann verða neyðug, um serligar umstøður gera seg galdandi.
Master í leiðslu og skipan kann geva møguleika til víðari lestur á Ph.D.-stigi.
Útbúgvingin gevur møguleika til starv innan leiðsluøkið í organisatiónum og fyritøkum í tí almenna og privata geiranum. Útbúgvingin gevur førleikar í at menna organisatiónir og at luttaka í undirvísingarvirksemi innan leiðsluøkið.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Súsannu Olsen, útbúgvingarleiðara, susannao@setur.fo, +298 299434.
Les meiri her.
Fróðskaparsetur Føroya.