Fyri at søkja inn á víðari útbúgvingar eftir lokið miðnámsprógv ella samsvarandi, kanst tú velja at søkja inn annaðhvørt eftir kvotu 1 ella eftir kvotu 2.
At søkja eftir kvotu 1 merkir, at tað bara er miðaltalið á tínum prógvi, sum ger av, um tú sleppur inn ella ei.
Søkir tú eftir kvotu 2, er tað miðaltalið og onnur viðurskifti, hugt verður eftir. Upptøka eftir kvotu 2 er ein eyka møguleiki til teirra, sum kanska ikki kunnu koma inn eftir kvotu 1.
Legg til merkis, at hevur tú sent eina umsókn gjøgnum kvotu 2, so er umsóknin samstundis eisini ein umsókn til kvotu 1. Hevur tú ikki eina vanliga útbúgving á studentaskúlastigi, men t.d. útlendska skúlagongd, ella onkra aðra útbúgving aftan á 9.-ella 10. flokk, sum kann javnmetast við eina útbúgving á studentaskúlastigi, skal tú eisini søkja um upptøku eftir kvotu 2. Undantaksumsóknir, har serlig viðurskifti gera seg galdandi, skulu somuleiðis fara inn eftir kvotu 2.
Tað er sera ymiskt, hvat útbúgvingarstøðini leggja dent á, tá ið tey meta um umsøkjarar eftir kvotu. Kanna tí gjølla á heimasíðunum hjá ymisku útbúgvingarstovnunum, hvørjar kvotu 2-treytir ávísu útbúgvingarnar hava.
Les meiri um upptøkutreytir til Setrið her.
Tað er eisini ógviliga ymiskt, hvussu nógv ella fá prosent verða tikin upp eftir kvotu 2. Tað svingar frá 10% á flestu universitetsútbúgvingum til meir enn 20% í Føroyum.
Legg til merkis, at tú mást kunna skjalprógva alt. Sum oftast verður eisini kravt, at tú hevur skrivað eina grundaða umsókn. Tað merkir, at tú greiðir frá, hví tú vilt sleppa inn á ávísu útbúgvingina.
Kelda Sosialurin, Holger Arnbjerg, Altjóða Skrivstovan og Bjørg Róin, lestrarvegleiðari.